Tilhald er blivin frástøða

Tilhald er blivin frástøða
Tað skal vera lættari hjá fútanum at geva fólki boð um at halda seg burtur frá øðrum fólk, geva fólki frástøðuboð 
Fútin skal hava størri heimildir at geva fólki boð um frástøðu.
 
13.02.2019 - 08:07

Tað skal vera lættari hjá fútanum at geva fólki boð um at halda seg burtur frá øðrum fólki. 

Tað heldur landsstýrið, sum skjýtur upp at broyta tilhaldslógina, so fútin kann taka fyribilsavgerð um frástøðuboð. 

Samstundis verður orðið tilhald broytt til frástøðuboð.

Landsstýrið heldur, at í ávísum førum eiga vanligu krøvini um grundaðan illgruna fyri at kunna áleggja tilhald fyribils at verða linkað. 

Hetta verður gjørt fyri at verja tann órættaða og møgulig húsfólk hjá tí órættaða í serligum støðum. 

Í stuttum kann fútin áleggja fyribils tilhald, um fólk við rímiligari grund er undir illgruna at valda einum øðrum ónáðir. 

Ætlanin er, at nýggja heimildin hjá fútanum um at taka fyribilsavgerð um tilhald, ella frástøðuboð, skal hava sama rættarvirknað sum vanlig frástøðuboð eftir tilhaldslógini.

Broytingarnar í tilhaldslógini fóru í Rættarnevndina eftir fyrstu viðgerð í løgtinginum í gjár.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065