Tvær býráðssamtyktir um eldrasambýli

Tvær býráðssamtyktir um eldrasambýli
Hvørgin samtyktin er tó vorðin til veruleika enn
Smápartafelagið við Sílá hevur bygt og eigur húsini við Sílá. Har eru tíigju kømur, hvørt víð sínum baðirúmi.
 
21.02.2019 - 13:05

Tvøroyrar kommuna hevur tvær samtyktir um sambýli við Sílá.

Onnur er frá september í fjør. Hon sigur, at kommunan skal leiga húsini við Sílá.

Hin er frá 13.februar, sum var í síðstu viku. Hon sigur, at Bú- og heimatænastan í Suðuroynni skal keypa húsini. 

Hvørgin samtyktin er tó vorðin til veruleika enn.

Stýrið hjá Bú- og heimatænastuni samtykti fyrradagin at skriva til kommunustýrini í Suðuroynni og biðja tey um á næsta kommunustýrisfundi at taka støðu til, um tey framvegis halda fast við gomlu avgerðina um at Bú- og heimatænastan keypir ellisheimini og sambýlini í oynni. 

Skrivað er tó ikki til býráðið á Tvøroyri, tí tað hevur longu samtykt, at Bú- og heimatæastan keypir.

Fór í ódn

Tá eldaraøkið varð lagt til kommunurnar 1.januar 2015 setti Bú- og heimatænastan sær fyri at keypa øll ellisheim og sambýli í oynni fyri meira enn 54 milliónir krónur. 

Eisini sambýlið við Sílá á Tvøroyri fyri góðar 11 milliónir krónur. 

Bú- og heimatænastan er samstarvið millum tær sjey kommunurnar í Suðuroynni um eldraøkið. 

Sambýli var við Sílá, men tað fór illa í illveðrinum í 2011.

Tvøroyrar kommuna vildi ikki sjálv umvæla húsini, men seldi tey. 

Nýggju eigararnir bygdu síðani húsini uppaftur, millum annað so tey eru egnað sum eldrasambýli.

Við at missa tolið

Smápartafelagið við Sílá, sum eigur húsini, kann ikki biða leingi afturat.

Húsini, sum eru í tveimum hæddum, sum hvør er 300 fermetrar, vóru til sølu í fjør heyst. Men eingin vildi keypa tey.

Húsini vórðu liðug í 2016 og vórðu virðismett tá at vera 12 mió. og 270.000 kr. verd. 

Tey hava staðið tóm fyri tað mesta síðani. Men húsini kunnu brúkast til at leiga út til ferðafólk, og tað hevur s/pf við Sílá umhugsað.

Gamla sambýlið við Sílá var 200 fermetrar. 

S/pf við Sílá tók tað niður og bygdi nýggj hús á staðnum. 

Og tey hava staðið tóm fyri tað mesta, meðan bíðað hevur verið eftir kommununum.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. apríl
Ein deutsches Requiem
174269
Leygardag 27. apríl
Tá Grønland bjargaði Føroyum (3:6)
174268
Leygardag 27. apríl
Jambalaja - 270424
174253
Leygardag 27. apríl
Upp á tá - 260424
174252
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098