Uppboðssøluleisturin verður ikki broyttur

Uppboðssøluleisturin verður ikki broyttur
Hóast vinnan mótmælir, so heldur Fiskimálaráðið fast við leistin at selja kvotur á uppboðssølu, soleiðis sum hann er orðaður í uppruna kunngerðini
 
28.02.2019 - 07:46

Fiskimálaráðið ætlar at selja góð 6.000 tons av makrelkvotu, stívliga 52.000 tons av svartkjaftakvotu og 40.000 tons av sildakvotu á uppboðssølu í ár.

Harumframt verða 3.000 tons av botnfiskakvotu í Barentshavinum seld á uppboðssølu í ár. Kunngerðin varð send til hoyringar 7. februar við freist at svara 15. februar.

Við støði í teimum hoyringarsvarum, sum Kringvarpið hevur fingið fatur í, ber til at staðfesta, at vinnan er harðliga ímóti tí leisti, sum landsstýrismaðurin ætlar at skipa uppboðssøluna.

Fiskivinnuráðið tekur als ikki undir

Fiskivinnuráðið - sum umboðar fiskivinnuna á sjógvi og landi og við lóg skal hoyrast í samband við broytingar í fiskivinnu - tekur als ikki undir við at selja fiskirættindi á uppboðssølu.

Í øðrum lagi - um myndugleikarnir kortini velja at selja rættindi á uppboðssølu - so eigur tað at verða gjørt á eini opnari uppboðssølu, sigur Fiskivinnuráðið, sum vísir á, at landsstýrismaðurin ger alt ov nógvar royndir við fiskivinnuni.

Til dømis verða tey umleið 3.000 tonsini av botnfiski í Barentshavinum seld á heili seks ymiskum uppboðssølum í ár. 

Tey trý reiðaríini grundleggjandi ímóti

Tey trý reiðaríini, sum fiska kvoturnar í Barentshavinum - Enniberg, Akraberg og JFK Trol - eru framvegis grundleggjandi ímóti at selja kvoturnar á uppboðssølu. 

- Men skal uppboðssøla vera, lat so alt verða selt á opnari uppboðssølu, siga reiðaíini í sínum felags hoyringsskrivi.

Tey vísa á, at sambært kunngerðini verða 2.312 tons, svarandi til 76 prosent av nøgdini á uppboðssøluni, seld á afturlatnari uppboðssølu. Og á hesi uppboðssølu skal tann, ið fær kvoturnar, rinda ásetta boðið.

Felagið Nótaskip harðliga ímóti

- Ein 'vesentlig' broyting í mun til undanfarna ár, siga reiðaríini í hoyringarsvarinum.

Eisini felagið Nótaskip, sum umboðar skipini ið fiska stóran part av uppsjóvarkvotunum, er harðliga ímóti at selja kvoturnar á uppboðssølu.

Felagið undrast eisini á, at landsstýrismaðurin í ár velir at brúka tvey sløg av afturlatnum uppboðssølum; eina uppboðssølu har øll tey, sum fáa boð, skulu gjalda sama prís, og eina uppboðssølu, har tey, ið vinna boð, skulu gjalda boðsupphæddina.

Skilja ikki hvat endamálið er

- Vit skilja ikki hvat endamálið er við hesum og halda, at nú mugu myndugleikarnir gevast við at brúka fiskivinnuna sum eitt eksperiment, sigur Felagið Nótaskip, sum mælir frá at hava afturlatnar uppboðssølur yvirhøvur.

Reiðarafelagið, sum umboðar allar skipabólkar, minnir landsstýrismannin á, at fiskivinnunýskipanarbólkurin í síni frágreiðing frá oktober 2016 segði, at eitt høvuðsmál í tilrættisleggingini av uppboðssølum eigur at vera at minka um tann váða, sum liggur í at reka fiskiskap.

- Tað verður ikki tikið til eftirtektar, sigur Reiðarafelagið um uppboðssølukunngerðina fyri 2019.

Reiðarafelagið ímóti uppboðssølu

Reiðarafelagið er grundleggjandi ímóti uppboðssølu. Men, sigur felagið, í øðrum lagi eigur sølan at skipast sum ein opin uppboðssøla. 

Landsstýrismaðurin ætlar at selja umleið helvtina av kvotunum í ár á afturlætnari uppboðssølu. Tó verða tríggir fjórðingar av sølunum í Barentshavinum afturlætnar uppboðssølur.

Sambært Rógva Reinert, aðalstjóra í Fiskimálaráðnum, verður uppboðssølukunngerðin lýst síðst í hesi vikuni ella fyrst í næstu viku. Og innihaldið er ikki broytt stórvegis.

- Nei, uppboðssøluleisturin er ikki broyttur, sigur Rógvi Reinert.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Fríggjadag 22. november
Vikuskiftið 22 november 2024
184051
Fríggjadag 22. november
Breddin: Arbeiðið hjá landsstýrismálanevndini
184025
Fríggjadag 22. november
RagnarRokk: Phil Demmel um Category 7
184021
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981