Tvey tilboð komu inn til vindorku

Tvey tilboð komu inn til vindorku
Tvey feløg hava søkt um loyvi at framleiða el úr vindorku.
 
01.03.2019 - 15:42

Tvey tilboð komu inn um loyvi at framleiða el úr vindorku í Porkerishaga.

Freistin at søkja um loyvi á middegi í dag.

Inn komu tvey boð - frá SEV og frá hollendska vindmylluframleiðaranum EWT, sigur Umhvørvisstovan í tíðindaskrivi.

Boðið frá SEV var áljóðandi 31,55 oyru kilowatt tíman, og boðið frá EWT var á 34 oyru kilowatt tíma.

EWT hevur bjóðað við felag undir stovnan, og boðið frá teimum er treytað av, at til ber at fáa føroyskar íleggjarar at luttaka í verkætlanini.  

Orka á Umhvørvisstovuni fer nú at viðgera bæði innkomnu boðini og væntandi verður endalig avgerð tikin, áðrenn marsmánaður er runnin, verður sagt í tíðindaskrivinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659