Lóg um pengaflytingar latin løgtinginum

Lóg um pengaflytingar latin løgtinginum
Lógirnar, sum skulu forða fyri, at pengaflytingar til Føroya og úr Føroyum steðga, eru farnir úr landsstýrinum í løgtingið
Lógir, sum skulu forða fyri, at pengar verða hvíttaðir, eru latnar løgtinginum.
 
05.03.2019 - 11:21

Lógirnar, sum skulu forða fyri, at pengaflytingar til Føroya og úr Føroyum steðga, eru farnir úr landsstýrinum í løgtingið.

Tær verða lagdar fram fríggjadagin.

Lógarupskotið, sum setir ES reglur í gildi í Føroyum, er longu viðgjørt í fólkatinginum og er nú í Føroyanevndini.

Onnur viðgerð verður 19.mars, og triðja viðgerð er dagfest 26.mars.

Sambært lógarupskotinum verða Føroyar ikki longur at rokna sum eitt triðjaland, tá pengar skulu flytast til Føroya og úr Føroyum.

Og pengar kunnu flytast úr Føroyum alt samdøgrið alla ársins dagar. 
 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520