Dømdur fyri at smugla rúsevni

Dømdur fyri at smugla rúsevni
Ein maður, sum varð tikin, tá hann kom við Norrönu í desember, varð herfyri dømdur
 
05.03.2019 - 14:23

Føroya rættur hevur dømt ein 21 ára gamlan mann inn at sita í tvey ár og tríggjar mánaðir fyri at smugla rúsevni til Føroya. Fongsulsrevsingin er treytaleys, skrivar TAKS á heimasíðuni.

Maðurin varð tikin í desember í fjør, tá hann kom úr Danmark við Norrönu. Rúsevnahundurin vísti áhuga fyri viðførinum hjá manninum.

Viðførið varð kannað og har vóru 214 gramm av amfetamini og eitt kilo og 285 gramm av hashi. 21 ára gamli maðurin tók við dóminum hjá Føroya rætti, skrivar TAKS.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 9. september
Morgunlestur mikudagur 9. september
212704
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776