Fyrireikað kaðal til Sandoy og Suðuroy síðani 2012

07.03.2019 - 12:42
InnlendisVinna
Fyrireikað kaðal til Sandoy og Suðuroy síðani 2012
SEV hevur í meira enn seks ár arbeitt við at knýta Sandoy og Suðuroy í háspenningsnetið, sigur fyrrverandi leiðari á framleiðsludeildini hjá SEV
Finn Jacobsen var leiðari á Framleiðsludeildini hjá SEV til á heysti 2016, tá hann tók við sum tekniskur leiðari hjá Magn.

Tað eru meira enn seks ár síðani at SEV fór undir at kanna eina loysn við einum kaðali úr meginøkinum til Suðuroynna. Orsøkin var fyrst og fremst nýggja uppsjóvarvirkið Varðin Pelagic á Tvøroyri, sum varð tikið í nýtslu á sumri í 2012. Virkið kravdi sera nógva orku, og tað setti stór krøv til SEV. 

-Spurningurin um elkaðal hevur verið á breddanum í SEV í nógv ár, og felagsskapurin hevur brúkt nógva orku til at kanna møguleikan, sigur Finn Jacobsen, sum ídag er tekniskur leiðari hjá Magn.

Á heysti í 2016 fór Finn Jacobsen úr starvi sum leiðari á framleiðsludeildini hjá SEV, og hann gjørdist tá tekniskur stjóri hjá Magn. 

Í dag váttar Finn Jacobsen, at SEV øll hesi árini arbeiddi við ítøkiligum ætlanum um at knýta Sandoynna og Suðuroynna uppí meginøkið við einum háspenningskaðali og 60 kilovolt koblingsstøðum:

Tað eru annars tvey ár síðani SEV søkti um loyvi at gera eina pumpuskipan í Suðri - og henda sama pumpuskipan gjørdist grundarlagið undir stóra útboðnum av vindmyllulundini í Porkerishaganum. 

Herfyri boðaði SEV myndugleikunum frá, at neyðugt var at kanna eina kaðalloysn sum alternativ til at gera pumpuskipan í Suðuroynni. Og tað fekk avgerandi týdning fyri útbjóðingina av vindmyllulundini í Porkerishaganum:

Hoyr innslag við at trýsta á pílin undir myndini

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. juli
HM-tíðindi 4. juli 2026
210516
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521