Lýsa eftir stjóra til Landsverk

Lýsa eftir stjóra til Landsverk
Lýst verður nú eftir stjóra til Landsverk
 
15.03.2019 - 12:00

Nú verður lýst eftir stjóra til Landsverk fyri Ewald Kjølbro, sum fór úr starvinum í desember í fjør sum ein avleiðing av byggingini av Marknagilsdeplinum.

Tað er Samferðslumálaráðið, sum lýsir eftir nýggjum stjóra til Landsverk. Stjórin á Landsverki vísir til aðalstjóran í Samferðslumálaráðnum. Umsøkjarar verða mettir eftir fakligum, leiðsluligum og persónligum førleikum.

Lønin slakar 60.000 um mánaðin

Eisini er krav, at nýggi stjórin hevur viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni ella tilsamans samsvarandi útbúgvingarstig og royndir frá privata ella almenna geiranum. Royndir og ávístur førleiki innan leiðslu og fíggjarstýring er eisini ein treyt.

Starvið sum stjóri á Landsverki er flokkað í 39. lønarflokki sambært sáttmála millum Tænastumannafelag Landsins og Fíggjarmálaráðið. Tað eru umleið 59.400 krónur um mánaðin.

Starvið er áramálssett í trý ár við møguleika at leingja setanina í trý ár. Ein eyka viðbót verður latin fyri áramálssetan. Umsóknarfreistin er 5. apríl 2019, klokkan 12:00.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558