Frágreiðing í tinginum um útbúgving til vaksin

Frágreiðing í tinginum um útbúgving til vaksin
Hanna Jensen, landsstýriskvinna, fer á tingfundinum í dag at leggja fram frágreiðing um vaksnamannaútbúgving og arbeiðsmarknaðardepil
Hanna Jensen leggur fram frágreiðing um vaksnamannaútbúgving og arbeiðsmarknaðardepil í dag.
 
27.03.2019 - 07:38

Hanna Jensen, landsstýriskvinna, fer á tingfundinum í dag at leggja fram frágreiðing um vaksnamannaútbúgving og arbeiðsmarknaðardepil.

Málið er gamalt í politisku skipanina. 

Longu í 2016 varð sagt, at seinni tað árið kom uppskot um karmarnar fyri  vaksnamannaútbúgving og møguligum arbeiðsmarknaðardepli.

Mentamálaráðið, Almannamálaráðið og Samferðslumálaráðið varða av teimum ymisku skipanunum, sum skulu brúkast í vaksnamannaútbúgving og arbeiðsmarknaðardepli.

Samgonguskjal

Vaksnamannaútbúgving er í samgonguskjalinum.

Fyri góðum sjey árum síðani hevði Eyðgunn Samuelsen, sum tá var í andstøðu, eitt uppskot til samtyktar um at stovna arbeiðsmarknaðardepil, sum samskipaði verandi og komandi skipanir á arbeiðsmarknaðinum. 

Arbeiðsmarknaðardepilin skuldi vera eitt stað, har sum arbeiðsgevarar, fakfeløg og politisku myndugleikarnir arbeiddu saman um millum annað útbúgving fyri ófaklærd og tilkomin, sum ikki hava aðra skúlagongd enn fólkaskúlan.

Men løgtingið feldi tað uppskotið.

Tingið skal eisini í dag viðgera uppskotið um at leingja verklagslógina um skúladepilin í Marknagili og uppskotið frá Pálli á Reynatúgvu, tingmanni, til samtyktar um at taka føroysku fólkatingssessirnar av.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334