Heilsuverkið fær 70 milliónir meira

Heilsuverkið fær 70 milliónir meira
Í játtanarkørmunum fyri 2020, verður skotið upp, at heilsuverkið fær 70 milliónir krónur meira enn játtað í fíggjarlógini fyri 2019
Føroyska heilsuverkið fær 70 milliónir krónur meira í játtanarkørmunum fyri 2020. Tá er eykajáttanin í ár eisini við
 
29.03.2019 - 11:39

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, legði fyrrapartin játtanarkarmar fyri árini 2020-2024 fram á tíðindafundi í Fíggjarmálaráðnum.

Rakstrarvøksturin hjá landinum verður hálvtfjórða prosent næsta ár, sambært játtanarkørmunum. Størsta meirjáttan næsta ár verður til heilsuverkið.

Heilsuverkið fær 70 milliónir krónur meira, sammett við upprunaligu játtanina á fíggjarlógini fyri í ár. Tá er eykajáttanin, sum brúk longu er fyri í ár, eisini við.

1282069

Ljóðbiti: Kristina Háfoss um meirjáttanina til heilsuverkið (frá tíðindafundi)

Umframt heilsuverkið, skulu 40 milliónir meira brúkast til pensjónir, 20 milliónir til útbúgving og gransking og 10-15 milliónir krónur til heimtøku av málsøkjum.

Avlopið skal vaksa

Avlopið á fíggjarlógini skal vaksa 200 milliónir næstu fimm árini. Málið er at hava 501 millión í nettoavlopi næsta ár, men so skal avlopið hjá landskassanum vaksa upp í 700 milliónir krónur í 2024,

Landsstýrið roknar við, at búskaparvøksturin, sum tey seinnu árini hevur verið størri enn væntað varð, eisini heldur fram tey næstu árini.

Føroyska bruttotjóðarúrtøkan er nú komin upp um 20 milliardir krónur, segði Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, á tíðindafundinum fyrrapartin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Hósdag 20. august
RagnarRokk: Mirza Radonjica um Dissolution
210712
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970