Løgtingsgrannskoðararnir átala í eystur og vestur

12.04.2019 - 12:57
Innlendis›Politikkur
Løgtingsgrannskoðararnir átala í eystur og vestur
- Vit átala hvassliga fíggjarstýringina hjá Landsverki og manglandi eftirlitið hjá bæði Samferðslumálaráðnum og Mentamálaráðnum

Jónleif Johannesen, formaður fyri løgtingsgrannskoðararnar fílist hvassliga á óskilið á Landsverki í sambandi við manglandi fíggjarstýringina undir skúlabyggingini í Marknagili.

Men embætisverkið fær eisini hvassa átalu í sama viðfangi.

- Vit halda als ikki, at eftirlitið hjá Samferðslumálaráðnum hevur verið nøktandi, og Mentamálaráðið kundi eisini havt gjørt meira, sigur Jónleif Johannesen, sum eisini viðgongur at hava fingið villleiðandi upplýsingar frá hægsta staði, frá løgmanni sjálvum.

Hoyr alla samrøðuna við Jónleif Johannesen, formann fyri løgtingsgrannskoðararnar við at trýsta á pílin á myndini

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341