Formaðurin í Fólkaskúlaráðnum: Vit mugu øll taka í egnan barm

Formaðurin í Fólkaskúlaráðnum: Vit mugu øll taka í egnan barm
Vánaliga PISA-úrslitið krevur meira enn átøk í skúlastovuni. – Sjálvur hugburðurin til fólkaskúlan má broytast, heldur Jónleif Johannesen, formaður í Fólkaskúlaráðnum
11.09.2026 - 19:35

Nýggja PISA-kanningin vísir, at føroyskir næmingar duga alsamt verri at lesa.

Føroyskir næmingar fáa í miðal 428 PISA-stig í lesing. Tað eru 19 stig færri enn í 2022, og 42 prosent av næmingunum eru nú undir markinum fyri virkisført lesføri.

Úrslitið kemur tó ikki óvart á Jónleif Johannesen, formann í Fólkaskúlaráðnum.

– Nú mugu vit øll taka í egnan barm. Bæði næmingar, lærarar, foreldur og alt samfelagið sum heild. Og vit mugu eisini hava størri virðing fyri fólkaskúlanum, sigur hann.

Serliga illa stendur til hjá dreingjunum. Genturnar fáa í miðal 449 PISA-stig í lesing, meðan dreingirnir fáa 407. Munurin millum kynini hevur ongantíð verið størri, síðan Føroyar komu við í PISA í 2006.

Jónleif Johannesen heldur, at skal gongdin vendast, so krevur tað broytingar – ikki bara í fólkaskúlanum, men eisini í hugburðinum hjá okkum øllum til skúlan.

– Vit mugu øll taka okkara part av ábyrgdini, sigur formaðurin í Fólkaskúlaráðnum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329