Eingi hagtøl fyri húsaleigu

Eingi hagtøl fyri húsaleigu
Leigunevndin vil hava hagtøl um leigu, so hon betur kann avgera, um húsaleiga er rímilig ella ikki
Hagtøl eru ikki um húsaleigu í Føroyum
 
16.04.2019 - 12:11

Leigunevndin mælir í ársfrágreiðingini fyri 2018 til, at hagtøl um kostnaðarstigið á leigumarknaðinum verða savnað og greinað.

Leigunevndin fær nógvar klagur um húsaleigu, sum hækkar. Leigarin heldur, at húsaleigan er órímilig.

Men Leigunevndin hevur brúk fyri amboðum fyri at vita, hvørji atlit skulu takast og hvat støðið skal vera, tá Leigunevndin skal gera eina ítøkiliga meting, um ein leiguhækking er rímilig.

Eitt slíkt amboð kann vera greinað hagtøl um húsaleigu í Føroyum. Leigunevndin kann heilt ella lutvíst strika eina leiguhækking.

Ikki greinaður kostnaður

Leigunevndin skal taka avgerðir eftir kostnaðatstiginum á leigumarkaðinum.

Men, sigur Leigunevndin, tað ber ikki til at gera metingar, sum byggja á kostnaðarstigið á leigumarknaðinum, tí tað er ikki greinað og eingi hagtøl eru um tað.

Leigunevndin skrásetti 60 mál í 2018. Tey 60 málini eru 23 kærur, 26 skrivligar fyrispurningar og 11 onnur mál. Til samanberingar skrásetti Leigunevndin 39 mál í 2017, 20 kærur, 12 fyrispurningar og sjey mál av øðrum slagi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928