Á fund um óljóð frá Nærabergi

Á fund um óljóð frá Nærabergi
Reiðarin á Nærabergi fer í næstum á fund við havnamynduleikarnar í Havn fyri at finna eina loysn á óljóðinum frá skipum, sum liggja í Kollafirði
 
27.04.2019 - 09:38

Hanus Hansen, stjóri í JFK samtakinum, sum eigur Næraberg, sigur at hann fer at gera sítt til, at fólk á Signabø fáa náttarfrið. 

Fólk í bygdin hava í fleiri ár gjørt vart við, at tey í periodum eru nógv plaga av óljóði frá skipum, sum landa í Kollafirði.

Bogi Andreasen, formaður í Havnanevndini í Tórshavnar býrað, segði í Dag&viku í gjár, at hann er til reiðar at banna russiskum skipum at leggja til kai í Kollafirði, tí hesi larma sera illa. 

Fólk á Signabø hava eisini gjørt vart við, at Næraberg hjá JFK samtakinum er eitt tað skipið, sum hevur mest óljóð við sær. Bogi Andreasen hevur biðið um fund við Hanus Hansen um trupulleikan. 

Hanus Hansen sigur í dag, at fundur verður millum partarnar týsdagin, og reiðaríðið fer at gera sítt til, at ein loysn verður funnin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595