SAS: Ferðafólk fáa ikki endurgjald

SAS: Ferðafólk fáa ikki endurgjald
SAS metir ikki, at eitt verkfall kann nýtast sum grundgeving at fáa endurgjald fyri avlýsta ferð
 
27.04.2019 - 13:31

Ferðafólk, ið ætla at krevja endurgjald frá SAS, tí teirra flogferð varð avlýst vegna verkfall, skulu ikki vænta at fáa nakrar pengar aftur uttan stríð.

SAS fer at vísa øllum krøvum um endurgjald aftur. Tað sigur Ove Myrold, kunningarstjóri í SAS við netmiðilin flysmart24.no.

 – Ferðafólk hava ikki rætt til endurgjald, tá seinkingin ella avlýsingin kemst av verkfalli, sum er at meta sum óvanligar umstøður, sum flogfelagið ikki hevur tamarhald á, sigur kunningarstjórin.

Feløg eru ósamd

Feløgini Flyforsinkelse og Flyhjælp, sum fáast við at tryggja rættindi hjá ferðandi, hava ikki somu áskoðan.

Heðin Arge, sum starvast hjá Flyhjælp, vísti í útvarpinum í gjár á, at eitt verkfall hvørki er óvanligt ella nakað, sum eitt flogfelag ikki hevur tamarhald á.

 >> SÍ EISINI SAS: Ferðafólk fáa ikki endurgjald

Víst verður eisini til ein úrskurð hjá ES-dómstólinum frá apríl í fjør, sum hevur skapt fordømi fyri, at til ber at søkja um millum 250 og 600 evrur, um títt flogfar verður avlýst vegna verkfall.

Í síðsta enda er tað danska Ferðslumálaráðið, sum í hvørjum einstøkum føri metir um, hvørt endurgjald kann verður latið, eftir at ferðafólk hava vent sær til myndugleikan umvegis heimasíðuna klage.flypassager.dk.

Sostatt kann Ferðslumálaráðið ikki taka støðu til, um SAS-verkfallið er fevnt av treytunum um endurgjald, fyrrenn ráðið hevur fingið ein umsókn frá ferðafólki, ið eru rakt av verkfallinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040