Fekk skaða á veg til Danmarkar at heiðra Merkið

Fekk skaða á veg til Danmarkar at heiðra Merkið
Ein tyrla hjá Atlantic Airways var seinnapartin eftir einum skaddum manni, sum var við sluppunganum Brimnesi á veg til Danmarkar at heiðra Merkið
Brimnes.
 
17.05.2019 - 16:25

Onnur tyrlan hjá Atlantic Airways var seinnapartin eftir einum skaddum manni, sum var við sluppunganum Brimnesi á veg til Danmarkar at hátíðarhalda 100 ára dagin hjá Merkinum.

Óhappið hendi í nátt, tá ein eldri maður varð áhaldsin og datt. 

Hann fekk skaða í høvdið. 

Maðurin varð fluttur um borð á Brimil, sum fylgdi seglbátunum suðureftir.

Av Brimli vórðu so, eftir sámráð við lækna, send boð eftir tyrlu, upplýsir MRCC, Sjóbjargingarstøðin.

Gjørdi skjótt av

Tyrlan var á veg á flogvøllin eftir ein sjúkraflutning úr Froðba, so hon tók brennievni har og fór so suður til Brimil.

Bara ein tíma gekk, frá tí at boðini komu frá Brimli, til skaddi maðurin var á Landssjúkrahúsinum.

Brimnes vendi við, og Brimil fylgir honum nú til lands.

Norðlýsið vendi eisini við aftur til Havnar í nátt fyri at umvæla ein leka. Men Norðlýsið fer tó av stað aftur, skilst.

Seglbátafylgið, sum er á veg til Danmarkar, hevur ikki góðan byr, tí hann er eystan í ættini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vøll.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænastan í Gundadali
208770
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763