Avgerandi loyvið komið, fyrireikingar halda fram

Avgerandi loyvið komið, fyrireikingar halda fram
Atlantic Airways hevur nú fingið loyvi at flúgva til USA, og ætlar at flúgva til New York
Tað verða nýggju flogførini, Airbus neo, sum fara at flúgva til USA.
 
29.05.2019 - 12:36

Hetta er tó bara eitt loyvi av fleiri. Men hetta er týdningarmesta loyvið hjá felagnum, sum nú kann halda fram við fyrireikingunum. Tað sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi.

Hugsað verður um at flúgva eina ferð um vikuna til New York í seks vikur í heyst. Í fyrstani verður talan um eina roynd.

Beinleiðis

Flogið verður beinleiðis, og flogferðin tekur seks tímar. Flogið verður til Newark flogvøllin. Arbeitt verður við einari ætlan, sum sigur, at ferðaseðilin fer at kosta 5.000 kr. aftur og fram.

Atlantic Airways hevur fingið at vita, at fólk koma úr USA til Føroya í summar at kanna viðurskiftini á flogvøllinum í Vágum.

Jóhanna á Bergi er annars í París, har tíðindafundur var í gjár um flúgvingina hjá Atlantsflogi til Fraklands í summar. Tann flúgvingin byrjar 1. juli.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926