Stóð væl til fíggjarliga í 2018

Stóð væl til fíggjarliga í 2018
Inntøkurnar og avlopið hjá Nes kommunu vóru størri enn mett
 
29.05.2019 - 15:55

Væl stóð til fíggjarliga í Nes kommunu í fjør. Inntøkurnar hjá kommununi og avlopið vóru størri enn mett.

Og útreiðslurnar til rakstur og íløgur vóru minni enn roknað varð við í fíggjarætlanini fyri 2018. Bygdarráðið hevur samtykt roknskapin hjá Nes kommunu fyri 2018.

Nettoskattainntøkan hjá kommununi er 55 og eina hálva millión krónur, sum er nógv meira enn roknað varð við í fíggjarætlanini.

Avlopið hjá Nes kommunu var 3,4 milliónir krónur størri enn mett. Eisini íløgurnar kostaðu minni í fjør enn mett, 2,8 milliónir krónur minni.

Við árslok 2018 var nettoskuldin hjá Nes kommunu 21,4 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744