Fakfeløg harta ráð

Fakfeløg harta ráð
11 fakfeløg finnast at setanartilgongdini, nú stjórar skulu setast í sjúkrahúsverkinum
 
07.06.2019 - 15:13

Fleiri fakfeløg harta nú Heilsu- og Innlendismálaráðið fyri ikki at yvirhalda almenna setanarpolitikkin í samband við setanina av nýggjum forstjóra og sjúkrahússtjóra í sjúkrahúsverkinum.

Í almenna starvsfólkapolitikkinum stendur millum annað, at starvsbólkar og álitisfólk skulu verða í eini setanarnevnd. Tað eru tað ikki í setanarbólkinum, ið Heilsu- og Innlendismálaráðið hevur sett at seta stjórarnar.

Tað hava fakfeløgini, ið eru umboðað á sjúkrahúsverkinum, talað at, men tey hava fingið at vita úr Heilsu- og Innlendismálaráðnum, at:

"Ráðið í hesum føri hevur avgjørt at manna setanarnevndina við umboðum úr stjórnarráðum, leiðslupersónum umboðandi sjúkrahúsini og umboð fyri verðandi leiðslutoymi fyri Sjúkrahúsverk Føroya, soleiðis at talan er um umboð, sum viðkomandi stjórar skulu vísa til uppeftir, eru á linju við ella sum vísa beinleiðis til viðkomandi stjórar. Sostatt er setanarnevndin mannað við umboðum fyri leiðslu og starvsfólkum, ið viðkoma starvsøkinum sambært setanarpolitikki landsins."

Fakfeløgini vísa á, at ein stjóri skal samstarva við allar starvsbólkar á arbeiðsplássinum og skal umfata øll starvsøki. Tí meta tey tað ikki verða í tráð við galdandi reglur um almennan starvsfólkapolitikk.

Tað er undirskrivað av 11 fakfeløgum, sum umboða starvsfólk á sjúkrahúsunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751