Trump vil hava iranar til samráðingarborðið

Trump vil hava iranar til samráðingarborðið
Tað sigur amerikanski forsetin, Donald Trump, sum hevur givið Iran skyldina fyri atsóknina at tveimum tangaskipum í Oman-flógvanum í síðstu viku
 
16.06.2019 - 17:00

Trump er fúsur at samráðast við Iran, í eini roynd at fáa trupulleikarnar millum USA og Iran loystar.

Tað sigur Donald Trump í samrøðu við sjónvarpsstøðina Fox News.

- Vit vilja hava iranar aftur til samráðingarborðið. Eg eri til reiðar, tá teir eru til reiðar, sigur amerikanski forsetin.

Hósdagin vóru spreingingar umborð á tveimum tangaskipum í Oman-flógvanum. 

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Mike Pompeo, hevur sagt, Iran skipaði fyri atsóknunum.

USA kunngjørdi fríggjamorgunin myndir, sum vórðu tiknar úr einum amerikanskum flogfari.

Á myndunum sæst eitt skip leggja upp á síðuna á japanska tangaskipinum Kokuka Courageous, sum var annað skipið, ið søkt varð at, og ein maður tekur okkurt úr skrokkinum á tangaskipinum oman fyri vatngangin.

Amerikanskir myndugleikar siga, at hetta er ein óbrostin mina. 

Ein spreinging var eisini umborð á tangaskipinum Front Altair, sum eldur kom í.

AP skrivar, at Front Altair er komið í havn í Sameindu arabisku emirtatunum, og skipið verður nú kannað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011