Ársins fimleikarar heiðraðir

Ársins fimleikarar heiðraðir
Tey bestu innan fimleikin eru heiðrað
 
17.06.2019 - 14:07

Fleiri enn 200 íðkarar, dómarar, samskiparar og onnur komu um vikuskiftið til fimleikagalla, har fimleikurin varð heiðraður.

Heiður var latin í átta ymsum bólkum.

Kaspara Danielsen ársins íðkari í amboðsfimleiki

Kaspara Danielsen vann heiðurin sum ársins fimleikari hjá kvinnum í amboðsfimleiki.

Í grundgevingini varð sagt, at hon hevur tikið seg nógv fram í ár, hon venur altíð miðvíst, og hon er positiv og glað.

Har afturat fremur hon gott samanhald og gott lag í fimleikahøllini.

Aron D. Jacobsen vann hjá monnunum

Aron D. Jacobsen er ársins amboðsfimleikari hjá monnunum í 2019.

Í grundgevingini varð sagt, at Aron, sum eisini bleiv føroyameistari í ár, hevur seinasta árið vant miðvíst og hart, hann er áhaldandi og motiveraður til venjing.
Hann hevur tikið seg fram í øllum amboðunum. Serliga kann nevnast beinsveiggj, sum er eitt torført amboð.

Árins venjarar í amboðsfimleiki blivu Barbara Debes Eiriksfoss og Djóni Sakarisson, bæði úr Havnar Fimleikafelagi.
 

Hulda eigur ársins seriu

Í estetiska fimleikinum vann Hulda úr Havnar Fimleikafelagi heiðurin fyri ársins seriu.

Í grundgevingini verður millum annað sagt, at serian skapar eitt spennandi huglag og gevur eina veruleikakenda mynd av villari náttúru.

Har afturat er serian er á einum høgum torleikastigi, ið hevur verið við at menna íðkararnar í ár.

Rósan er ársins lið

Fimleikafelagið Støkk úr Runavík eigur ársins lið. Heiðurin fór til smágentuliðið, Rósan.

Í grundgevingini varð m.a. sagt, at liðið hevur víst stóran vilja og ágrýtni.

Venjararnir hjá Rósuni, Ásleyg Gregersen, Kristina Bjartalíð og Bjørk Nolsøe vunnu heiðurin sum ársins venjarar í estetiskum fimleiki.

Í estetiska fimleikinum bleiv eisini ársins drakt vald. Hendan heiðurin vann gentuliðið, Fenja, úr Havnar Fimleikafelagi.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208764
Sunnudag 24. mai
Andaktin
208763