Manglandi koppsetingar eru ein stór hóttan

Manglandi koppsetingar eru ein stór hóttan
Misálit á koppsetingar elvir til afturstig í stríðnum móti smittandi og deyðiligum sjúkum, siga serfrøðingar, og tað er ein hóttan í heimshøpi
 
19.06.2019 - 18:30

Størsta altjóða kanningin um hugburð um koppseting vísir, at manglandi álit á koppsetingar er vaksandi, skrivar BBC. 

Heimsheilsustovnurin WHO sigur, at manglandi koppsetingar er ein tann størsta heilsuliga hóttanin í heimshøpi. 

Í kanningini eru fleiri enn 140.000 fólk í meira enn 140 londum spurd um tey halda, at tað er trygt at lata seg koppseta.

79% halda tað er trygt. 7%, at tað ikki er trygt og 14% hava onga meining. Tá ið tey vórðu spurd, um tey hildu, at koppseting riggar, svaraðu 84% ja, 5% nei og 15% høvdu onga meining.

Koppseting er besta verjan móti sjúkum

Vísindaligu prógvini um, at koppseting er besta verjan móti sjúkum, eru sera sannførandi.

Koppseting verjir fleiri milliardir av fólkum kring heimin, og eitt nú eru vit sloppin heilt av sjúkuna pokur ella koppar, sum hon eisini verður nevnd. 

Meslingar komnir fyri seg aftur

Í dag eru meslingar av álvara komnir fyri seg aftur, og serfrøðingar siga, at høvuðsorsøkin er, at fólk ikki lata seg koppseta fyri meslingar, tí tey eru bangin ella illa upplýst. 

Dr. Ann Lindstrand, ein av serfrøðingunum hjá heimsheilsustovninum WHO, sigur, at støðan er sera álvarslig. 

At velja koppseting frá ávirkar eisini onnur, enn tann, sum ikki letur seg koppseta, sigur hon.

Summi lond gera inntriv

Tað eru lond, sum hava gjørt inntriv hesum viðvíkjandi. Í Fraklandi er tað kravt, at fólk lata síni børn koppseta. Har skulu børn nú hava 11 koppsetingar. 

Í Italia hava tey fyri stuttum samtykt eina lóg, sum loyvir skúlum at banna børnum atgongd, sum ikki eru koppsett, ella geva foreldrum eina bót, um tey lata eitt ókopsett barn fara í skúla. 

Í Bretlandi hava tey ikki kravda koppseting enn, men heilsumálaráðharrin Matt Hancock hevur sagt, at um tað verður neyðugt, so verður koppseting kravd.

Ukraina flest tilburðir í Evropa

Ukraina hevur havt flest tilburðir av meslingum í Evropa, nevnliga 53.218 tilburðir í 2018, og kanningin vísir, at bert 50% av fólkunum í Ukraina halda, at koppseting riggar.

Í USA hava tey eisini havt flest tilburðir av meslingum í ár enn í fleiri áratíggju. Higartil í 2019 eru fleiri enn 980 tilburðir í 26 statum. 

Láglønarlond hava størri álit á koppseting

Fólk í láglønarlondum halda sum heild, at koppseting er trygg. Hægsta talið var í Suður Asia, har halda 95% fólk, at koppseting er trygg, og í Eystur-Afrika halda 92%, at koppseting er trygg.

Í Bangladesh og Rwanda er nærum almenn semja um, at koppseting riggar og er trygg, og har hava tey fáar tilburðir av meslingum, hóast tey hava fleiri avbjóðingar við at fáa útvega koppseting til fólk.

Her í Føroyum mælir landslæknin til at øll, ið fara at ferðast út um Føroyar og Danmark lata seg koppseta við MFR-koppingarevninum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 3.apríl 2026
205931
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206570
Hósdag 2. apríl
Kom upp í politikk upp á avboð
206567
Hósdag 2. apríl
Morgunlestur hósdagur 2.apríl 2026
205930
Mikudag 1. apríl
Bókin, sum ongantíð varð gloymd
206548
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206563
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483