Verður ikki varðhaldsfongslaður

Verður ikki varðhaldsfongslaður
Hóast dómarin metti, at illgruni er um, at 23 ára gamli skuldsetti maðurin kann verða sekur í málinum, verður hann kortini ikki varðhaldsfongslaður
 
20.06.2019 - 21:40

Úrskurðurin varð kunngjørdur fyri afturlatnum hurður í rættinum í kvøld. Dómarin kunnaði síðani fjølmiðlarnar stutt um úrskurðin.

Dómarin segði, at illgruni er um, at skuldsetti maðurin er sekur í málinum, men tað ikki beinleiðis vandi fyri, at hann kann ávirka vitni sum eru avhoyrd og vitni, sum ikki eru avhoyrd. 

Ákæruvaldið vildi hava mannin varðhaldsfongslaðan, so hann hvørki kann ávrika vitni ella kanningararbeiðið í einum møguligum revsirættarmáli. 

Ákæruvaldið hevur tí kært úrskurðin til Eystara Landsrætt, tí talan er um serligt mál, sum snýr seg um møguligan persónligan kriminalitet, skrivar løgreglan í tíðindaskrivi í kvøld.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136