Føroyar og Ísland samstarv um máltøkni

Føroyar og Ísland samstarv um máltøkni
Føroyar og Ísland skulu gera eina samstarvsavtalu um verkætlanir um máltøkni. Tað var samtykt í Reykjavík í gjár
Hanna Jensen (vm) og Lilja Døgg Alfreðsdóttir.
Mynd: Mentamálaráðið.  
 
30.06.2019 - 10:33

Føroyar og Ísland skulu gera eina samstarvsavtalu um verkætlanir um máltøkni.

Tað varð avgjørt á fundi í Reykjavík fríggjadagin millum Honnu Jensen, landsstýriskvinnu í útbúgvingar- og grranskingarmálum, og Lilju Døgg Alfreðsdóttur, menta- og útbúgvingarráðharra. 

Altingið samtykti í vár at styrkja íslendska málið sum almenna málið í Íslandi. 

Altingið samtykti eisini í vár samstarv millum londini í Útnorðri um, hvussu londini kundu arbeiða saman um at flyta tey trý móðurmálini inn í talgilda heimin. 

Uppskot er um, at skipaður verður ein arbeiðsbólkur við umboðum úr øllum trimum londunum, sum skal skriva álit um støðuna og framtíðarvánirnar hjá teimum trimum málunum, føroyskum, grønlendsum og íslenskum, og greina, hvør støðan er viðvíkjandi máltøkni hjá hvørjum máli sær.

Hanna Jensen og Lilja Døgg Alfreðsdóttir tosaðu eisini um framhaldandi samstarv millum Fróðskaparsetur Føroya og Háskóla Íslands um útbúgving í lestrar- og yrkisvegleiðing, og um yrkis-og tøkniútbúgvingar, sum føroyskir útbúgvingarmyndugleikar arbeiða við í samstarvi við partarnar á arbeiðsmarknaðinum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858