Skert borðtennislandslið til Oyggjaleikir

bannari
Skert borðtennislandslið til Oyggjaleikir
Borðtennislandsliðið er í løtuni á venjingarlegu í Trongisvági. Har verða seinastu fyrireikingarnar gjørdar til Oyggjaleikirnar.
Borðtennisleikarnir fyrireika seg í Trongisvági í hesum døgum.
Mynd: btsf.fo  
 
01.07.2019 - 10:02

Profilar verða ikki við

Tað er eitt skert landslið, sum fyrireikar seg til oyggjaleikirnar. Silvurvinnarin í einmansleiki og gullvinnarin í tvímansleiki, Henrietta NIelsen, verður ikki við á leikunum í ár.

Tað verður Durita F. Jensen, sum vann gull saman við Henriettu í tvímansleiki, heldur ikki. Samanborið við leikirnar í 2017, so eru tað bara Pætur Albinus og Eyðun Ellendersen, sum eisini eru við í ár. 

 

170630_OYL_BADMINTON_HENRIETTA_DURITA

Her vinna Henrietta Nielsen og Durita F. Jensen gull í tvímansleiki á Gotlandi í 2017.

Væntar ikki heiðursmerkir

Peter Niclasen, landsliðsvenjari, væntar at hetta kemur at merkjast, og at tað verður torført at endurvinna nøkur heiðursmerkir. 

Føroyameistarin í ár, Fróði F. Jensen, er við á leikunum í ár, og landsliðsvenjarin vónar, at Fróði kann gera ein vørr og røkka einari hálvfinalu. Peter Niclasen sigur annars, at mótstøðan er sterk í ár og at tað verður torført at koma uppá nakran sigursskammil.

Leikarnir eru væl fyri og á venjingarleguni verður serligur dentur lagdur á smálutirnar í spælinum hjá hvørjum einstakum leikara. Borðtennislandsliðið er á venjingarlegu til mikudagin, og fara síðani til Gibraltar hósdagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776