Kringvarpið stroymir svimjingina beinleiðis

bannari
Kringvarpið stroymir svimjingina beinleiðis
Føroysku svimjararnir hava svomið seg í níggju av 11 finalum í kvøld, og Kringvarpið vísir allar beinleiðis á heimasíðuni
Svimjikappingarnar í Gibraltar eru uttandura
Mynd: Eyðbjørn við Skipá  
 
08.07.2019 - 13:15

Í dag er svimjingin byrjað á Oyggjaleikunum, og eftir fyrstu innleiðandi kappingarnar fyrrapartin er greitt, at Føroyar verða umboðaðar í níggju av 11 finalum. 

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard, Óli Mortensen og Róland Toftum hava svomið seg í tvær finalur hvør.

1500 m frí Johan N. Dam og Óli Mortensen
400 m blandað Vár Erlingsdóttir Eidesgaard og Rebekka Trygvadóttir
200 m firvald Óli Mortesen
100 m bringa Róland Toftum og Rókur Trygvason
50 m rygg Róland Toftum
200 m frí Vár Erlingsdóttir Eidesgaard
200 m blandað Alvi Hjelm og Bartal Erlingsson Eidesgaard
4 x 50 m frí Føroyar
4 x 50 m blandað Føroyar

Vónirnar til heiðursmerki eru altíð góðar í svimjikappingunum á Oyggjaleikunum, og tað eru tær eisini í dag. 

Finalurnar í svimjing í Gibraltar byrja kl. 17.00 føroyska tíð, og Kringvarpið stroymir allar finalurnar beinleiðis her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572