Føroyar fleiri heiðursmerki í judo

bannari
Føroyar fleiri heiðursmerki í judo
Føroysku judo-íðkararnir hava vunnið bæði gull, silvur og bronsuheiðurmerki í dag, og enn er ein vektflokkur eftir hjá kvinnum
Bárður Hentze Lenvig og Dánjal á Krákusteini
Mynd: Símun Christian Olsen  
 
08.07.2019 - 15:10

Bárður Hentze Lenvig syrgdi fyri, at Føroyar fekk eina góða byrjan í judo, tá hann vann gull í -66 flokkinum fyrrapartin. 
Dánjal á Krákusteini hevði møguleikan at møta Bárði Hentze Lervig í finaluni, men tapti sína hálvfinalu. 

 - Tað hevði verið stuttligt at møtt Bárði, men tann finalan hevði verið drúgv. Eg gjørdi nøkur mistøk, og tí tapti eg hálvfinaluna, segði Dánjal á Krákusteini.

Tað sá lætt út, tá Jógvan Páll Kristiansen bardi seg í finaluna. Hann vann allar fimm innleiðandi dystirnar og hálvfinaluna ímóti landsmanninum, Gunnari Magnussen.
Men hann tapti finaluna, tá dómararnir mettu, at hann hevði gjørt trý sonevnd shido ella mistøk.

 - Eg kenni meg ikki snýttan, eg varð snýttur, segði Jógvan Páll Kristiansen, sum fanst hvassliga at dómarastøðinum.

 Gunnar Magnussen fekk bronsuheiðursmerki.

Fimta heiðursmerkið í dag vann Maiken Eivinnsdóttir Bringsberg, tá hon tryggjaði sær bronsu í -52 vektflokkinum.
Sætta og síðsta judo-heiðursmerkið í dag vann Silja Johannesen, tá hon gjørdist nummar trý av fimm í -63 flokkinum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655