- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gull til Búgva Poulsen
Tað gongur væl hjá Føroyum í judo.
Annað gullmerkið er vunnið, og tað hendi, tá Búgvi Poulsen vann gull í bólkinum undir 81 kilo. Hann stríddist móti Scott Perkins úr Menorca.
Búgvi Poulsen vann sítt gullmerki við tveimum wasari, men tað tók eina løtu hjá dómarunum at koma til ta niðurstøðuna, verður sagt úr høllini.
Hitt gullmerkið kom í gjár, tá Bárður H. Lenvig vann gull í bólkinum undir 66 kilo.
Harafturat hava Føroyar vunnið eitt silvur og fýra bronsuheiðursmerki í judo.
Fimmfaldur oyggjaleikameistari
Búgvi Poulsen vann eisini gull í judo á oyggjaleikunum í Gibraltar 1995, í Álandi í 2009, í Isle of Wight í 1993 og so aftur nú í Gibraltar 2019.
Í ár kom gullið í vektbólkinum undir 81 kilo, og har vóru 17 luttakarar.