Sjey gullmerki á triðja degnum

bannari
Sjey gullmerki á triðja degnum
Føroyar hava vunnið sjey gullmerki á triðja degnum á Oyggjaleikunum í Gibraltar. Fýra í svimjing og trý í judo umframt fleiri onnur heiðursmerki
Føroyar liggja á triðja plássi í samlaða heiðursmerkjayvirlitinum aftan fyri Isle of Man á fyrsta plássi og Jersey á øðrum.
 
09.07.2019 - 23:41

Triði dagurin á Oyggjaleikunum er av, og Føroyar hava nú vunnið 14 gull, fimm silvur og 13 bronsuheiðursmerki. 

Gullmerkini eru vunnin í svimjing og judo. 

Í judo vann Búgvi Poulsen vektbólkin undir 81 kilo, meðan Petur Sigurd Johannesen vann bólkin undir 100 kg, og Edvard Johannesen vann bólkin yvir 100 kilo. 

Eisini vunnu Sanna Nolsøe Djurhuus silvur og Sigmundur Johansen bronsu.

Fýra gull í svimjing

Svimjararnir gjørdu eisini aftur ein vørr í dag, tá Vár Erlingsdóttir Eidesgaard vann 1.500 metrar frí, Róland Toftum 50 metrar bringu, Alvi Hjelm 400 metrar blandað og Signhild Joensen vann 100 metrar rygg. 

Vár og Róland settu føroyskt met. Vár á 1.500 við tíðini 16.47.54, og Róland við tíðini 28.32.

Harafturat vunnu svimjararnir eitt silvur og tvey bronsu, og tey settu tvey føroysk met, eitt landsliðsmet og fýra oyggjaleikamet. 

Tvey heiðursmerki í frælsum ítrótti

Eisini vunnu Føroyar heiðursmerki í frælsum ítrótti.

Lýdia Poula Simonsen vann bronsu í kúluvarpi, meðan Rebekka Fuglø vann silvur á 1.500 metrum renning. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846