Fyrsti tilburður av ebola í Goma

Fyrsti tilburður av ebola í Goma
Fyrsti tilburður av ebolasmittuni er nú staðfestur í miljónabýnum Goma í Kongo-Kinshasa. Smittuvandin er tó ikki stórur
 
15.07.2019 - 18:19

Goma er størsti býur í landinum, sum higartil er raktur av smittuni. Heilsumálaráðið í Kongu staðfestir, at tann smittaði varð funnin skjótt, tað var ein prestur, sum kom til Goma úr býnum Butembo.

Presturin hevði vitjað og prædika í Butembo, og har hevði hann tikið í hondina á fólki. Heilsumálaráðið upplýsir, at hann á henda hátt er komin í samband við tey sjúku.

Sjúkueyðkennini komu longu í Butembo, men bløðarafepurin ebola varð ikki staðfestur fyrr enn á eini kanningarstovu í Goma.

Bóru skjótt at

- Av tí at sjúklingurin fekk staðfest sjúkuna so skjótt, er smittuvandin lítil, og ferðafólkini, sum vóru í sama bussi, sum presturin til Goma, er koppsett í dag, sigur heilsumálaráðið.

Síðani desember eru fleiri tilburðir av ebola staðfestir. Higartil er miljónabýurin Goma sloppin undan smittuni.

Helst tí at íbúgvarnir eru koppsettir eftir at smittan í desember gjørdi um seg í Butembo, sum liggur 300 kilometrar frá Goma.

Nýggj koppseting

Ebolasmittan har eysturi í Kongo-Kingshasa hevur higartil kravt 1.655 mannalív. Sambært heilsumálaráðnum í landinum er 694 fólk vorðin frísk frá sjúkuni, og meira enn 160.000 fólk eru koppsett móti ebola.

Heimsheilsustovnurin WHO vónar at gera enda á smittuni við nýggju koppsetingini. Men hernaðarlig álop móti sjúkrahúsum og fíggindaskapur frá øðrum fólkabólkum hava tó gjørt, at kinkur er komin í arbeiðið, at koppseta fólk.

Tað hevur eisini verið torført hjá heilsustarvsfólkum at finna tey, sum eru smittað, tí uppreistrardeildir eru í økinum og óvissa valdar í Ituri og í norðaraparti av Kivu-økinum. Hetta er tíggjundu ferð at ebola herjar í Kongo-Kinshasa. Í 2014 til 2016 doyðu 11.300 fólk av ebola í Vesturafrika.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. apríl
B68 gjørdi bart
207296
Mánadag 20. apríl
Morgunlestur mánadagur 20.apríl 2026
207134
Sunnudag 19. apríl
Ættirnar syngja og suða
207267
Sunnudag 19. apríl
Bolero 19 apríl 2026
207265
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. apríl
Veðrið
207325
Sunnudag 19. apríl
Andaktin við Hjalmari Waag Arge
207266
Sunnudag 19. apríl
Guðstænasta úr Vágs kirkju
207263
Leygardag 18. apríl
Fótbóltur: HM-undansending
207254
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201