Høvuðsreglan er einki plast á sjógv

Høvuðsreglan er einki plast á sjógv
Einasti máti í løtuni at forða fyri, at spreingileidningar úr plasti fara til havs, er at leggja flotverju, har sum sprongt grót fer á sjógv
Spreingileidningar í fjøruni á Sandágerði.
 
24.07.2019 - 12:12

Høvuðsreglan er, at bannað er at koyra grót á sjógv, sum er dálkað við plasti ella øðrum dálkandi evnum, sigur Umhvørvisstovan.

Einasti máti í løtuni at forða fyri, at spreingileidningar úr plasti fara til havs, er at leggja flotverju, har sum sprongt grót fer á sjógv.

Men Umhvørvisstovan fylgir við í royndunum, sum verða gjørdar uttanlands at gera spreingileidningar úr øðrum evni enn plasti - úr evni, sum ikki dálkar.

Suni Petersen, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni, sigur, at í grótbrotum ber til at spreingja við færri spreingileidningum enn í tunlum.

Dálkandi spreingileidningar eru frammi aftur, nú Bakkafrost Farming hevur fingið umhvørvisgóðkenning at leggja grót á sjógv á Norðtoftum.

Bakkafrost Farming ætlar at leggja flotverju út at forða fyri, at plast frá grótinum rekur burtur frá fyllingini.

Bann og avmarking

Treytirnar í umhvørvisgóðkenningini eru tó nógvar. Høvuðstreytin er at avmarka útlátið so nógv sum gjørligt.

Men høvuðsreglan er, at bannað er at koyra grót á sjógv, sum er dálkað við plasti ella øðrum dálkandi evnum, sigur Umhvørvisstovan.

Mett verður, at millum 10 og 30 sentimetrar av plasti eru fyri rúmmeturin av gróti. 57.500 rúmmetrar skulu á sjógv á Norðtoftum.

Verandi í sjónum

Umhvørvisstovan metir, at bara ein lítil partur av plastinum, sum loysna frá grótfyllingini, rekur upp á land.

Størsti parturin verður verandi í sjónum. 

Bakkafrost Farming skal taka upp allar spreingileidningar, sum fara á sjógv, hvønn arbeiðsdag og skráseta tær.

Verður dálking kortini staðfest, kann Umhvørvisstovan krevja, at Bakkafrost Farming ruddar.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ólavsøkugudstænasta í Havnar kirkju
211370
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Mánadag 27. juli
RagnarRokk: J. Asgaard um Hævnen
209128
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett
211366
Mikudag 29. juli
Guðstænasta úr Havnar kirkju
211364