Svimja aftur í Svínoy

Svimja aftur í Svínoy
Eldsálir og Klaksvíkar kommuna tóku stig at umvæla gamla svimjihylin í Svínoy, sum nú er klárur at taka í nýtslu
23.05.2025 - 19:38

Svimjihylurin í Svínoy varð bygdur í 1933, millum annað tí at so fá fólk dugdu at svimja og tí havið hevði tikið so nógv mannalív.

Sum fráleið fall svimjihylurin í órøkt, men so vóru tað nakrar eldsálir sum tóku stig til at umvæla hylin, saman við Klaksvíkar kommunu.

Tað búgva bara sjey fólk fast í oynni, men um hátíðir og í summarfrítíðini fjølgast skjótt og tá vilja fleiri royna hylin, antin við smáum gummibátum ella til svimjing.

Nú er komið á mál og hylurin verður alment tikin í nýtslu 7. juni

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 7. mai
Breddin: Ójavni
208015
Hósdag 7. mai
Ein løta við arbeiðaraskaldinum
208012
Mikudag 6. mai
Dylan 85
207986
Mikudag 6. mai
Skratsj 6. maj 2026
207974
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947
Mánadag 4. mai
Veðrið
207904