Sølan gevur ikki so nógv

Sølan gevur ikki so nógv
Landið væntar sær alt ov nógv, tá almennir bygningar, ið skulu seljast, verða settir í Fíggjarlógina
 
08.08.2019 - 09:05

Í fjør til dømis vóru 30 milliónir krónur í fíggjarlógini. Selt varð fyri 12,8 milliónir. Tríggir bygningar hjá Tekniska skúla í Smiðjugerði í Havn vórðu seldir fyri 12,8 milliónir krónur.

Bæði løgtingsgrannskoðararnir og Landsgrannskoðanin hava oftari enn eina ferð gjørt vart við, at sølujáttanin í fíggjarlógini eigur at vera veruleikakend. Tí tekur Samferðslumálaráðið undir við.

Landið eigur 185 bygningar

Í ár eru tó 25 milliónir krónur í fíggjarlógini. Men tað er alt ov nógv, heldur landsstýrismaðurin í samferðslumálum, sum hevur svarað Landsgrannskoðanini.

Líkt er til, at politikararnir eru farnir at lurta eftir grannskoðarunum, tí í íløguætlanini fyri 2020 eru bara tíggju milliónir krónur settar av í sølujáttanini.

Landsstýrismanninum í samferðslumálum sigur, at landið hevur selt bygningar fyri 8,4 milliónir krónur í miðal seinastu trý árini. Sambært Samferðslumálaráðnum eigur landið 185 bygningar, okkurt um 240.000 fermetrar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659