Fólk eru farin at varskógva síðani lógin kom

Fólk eru farin at varskógva síðani lógin kom
Varskógvaraskipanin, sum kom í gildi 1.mars, verður brúkt
Varskógvan um ivasom viðurskifti verður kallað whistleblowing á enskum.
 
23.08.2019 - 12:24

Varskógvaraskipanin, sum kom í gildi 1.mars, verður brúkt.

Landsgrannskoðanin, sum umsitur skipanina fyri Fíggjarmálaráðið, hevur fingið nakrar fráboðanir, sigur Beinta Dam, landsgrannskoðari.

Tann fyrsta kom alt fyri eitt, skipanin kom í gildi.

Beinta Dam vil ikki siga, hvussu nógvar fráboðanir eru komnar, og hvussu nógvar eru afturvístar. Eingin góðkend fráboðan er endaliga avgreidd enn.

Mannagongdin er tann, at umfatar varskógvaralógin fráboðað viðurskifti, letur Landsgrannskoðanin upplýsingarnar til avvarðandi aðalstjóra. Aðalstjórin skal síðani seta í verk, fylgja við einari kanning og enda hana.

Um upplýsingar eru um ein aðalstjóra, verða tær latnar løgmansstjóranum at kanna.

Um upplýsingar eru um løgmansstjóran, verða tær latnar aðalstjóranum í Fíggjarmálaráðnum at kanna.

Kanningin latin

Tá kanningin er liðug, verður frágreiðing latin Landsgrannskoðanini.

Landsgrannskoðanin ger síðani skrivligt ummæli um málið, og kann eisini koma við tilmælum.

Tey verða so latin tí, sum gjørdi kanningina.

Er talan um beinleiðis lógarbrot ella illgruna um lógarbrot, kann Landsgrannskoðanin lata fútanum málið. 

Nøvn verða ikki nevnd

Persónsupplýsingar verða viðgjørdar í trúnaði, og verða ikki latnar øðrum myndugleikum, sigur Landsgrannskoðanin.

Varskógvaraskipanin er fyri alment sett starvsfólk. 

Men tey skulu ikki brúka varskógvaraskipanina, fyrr enn aðrir møguleikar eru royndir, so sum løgtingins umboðsmaður ella fakfeløg.

Á heimasíðuni lg.fo eru reglur um varskógvaraskipanina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155