Fyrstu úrslitini komin

bannari
Fyrstu úrslitini komin
Tjørnuvíkingar vóru fyrstir at telja allar atkvøðurnar
 
31.08.2019 - 20:14

Fyrstu valúrslitini eru longu komin inn. Tjørnuvík var fyrsti valstaður at telja allar atkvøðurnar. Næstu tímarnir koma øll valúrslitini. Smáu bygdirnar fyrst og síðani størri bygdirnar og býirnir. Sambært Jóan Peturi Hentze, valstýrisformanni á Hálsi í Havn, er ætlanin at hava eina prognosu í Havn um 22 tíðina í kvøld og endaligu úrslitini um midnáttarleiti. 

Til ber fylgja við øllum úrslitum, sum tey koma inn her á valsíðuni hjá kvf.fo 

 

Andstøðan gongur fram 

Atkvøðutalið er øgiliga lítið í smáu bygdunum og tí skal ein vera varin við at lesa nakað burturúr teim. Skulu vit alíkavæl vera eitt sindur djørv, so sær út til at stóru andstøðuflokkarnir ganga fram, meðan samgonguflokkarnir ganga aftur. Bæði í Tjørnuvík, Hellunum og í Hattarvík sæst hendan sama gongdin. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. august
Tónleikur í 13 øldir (6:10)
210350
Sunnudag 9. august
Guðstænasta í Sjóvar kirkju
211691
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558