– Tey ungu skulu takast í álvara

– Tey ungu skulu takast í álvara
Tað sigur Bill Justinussen, úr New York, har Greta Thunberg í vikuni talaði til heimsins leiðarar
 
29.09.2019 - 15:05

Svenska gentan, Greta Thunberg, tók øll á bóli, tá hon í vikuni helt eina dundurtalu um veðurlagsbroytingarnar á veðurlagsráðstevnuni hjá ST í New York.

Ymiskt er, hvussu røðan var móttikin kring heimin, og 16 ára gamla gentan hevur fingið ymisk skoðsmál, síðani hon helt røðuna. Bill Justinussen, løgtingsmaður er eisini á aðalfundinum hjá ST.

Hann sigur við Kringvarpið, at tað er ongin ivi um, at tey ungu hava eina sterka rødd, og politikarar eru samdir um, at tey ungu skulu takast í álvara og skulu hava ein tíðandi leiklut í framtíðarpolitikki.

Veðurlagsfrágreiðingin løgd fram á aðalfundinum

Samanumtikið umboðar Greta Thunberg eitt ættarlið, sum fortelur politikkarum at tað er neyðugt at taka veðurlagsbroytingar í størri álvara enn áður og eg haldi avgjørt at tað eru nógvir politikkarar sum taka tann boðskapin til sín og lurta eftir hvat serfrøðingar siga um hetta.

Veðurlagsfrágreiðingin fyri 2019, sum varð løgd fram til ST-aðalfundin, er skrivað av 100 granskarum úr 36 londum og er grundað á úrslit frá 7.000 vísindaligum kanningum.

Tí ber illa til at síggja burtur frá hesum avbjóðingunum, sum liggja í veðurlagsbroytingunum. Greta Thunberg hevur megnað at varpa eitt ógvuliga kraftmikið ljós á júst hetta, sigur Bill Justinussen úr New York.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 9. februar
Við Tórði á túri á Setrinum (2:3)
203955
Mánadag 9. februar
Norðurljóð 9.februar 2026 "Dina Ögon"
203303
Mánadag 9. februar
Buongiorno dall´Italia
203938
Mánadag 9. februar
Morgunlestur mánadagur 9.februar 2026
203856
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. februar
Veðrið
203957
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203896
Sunnudag 8. februar
Ítróttarfagnaðurin 2025
203885
Leygardag 7. februar
Andaktin við Mariusi Steinhólm
203882
Leygardag 7. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
203864