Tropisk ódn í Japan: 18 fólk deyð

Tropisk ódn í Japan: 18 fólk deyð
18 fólk hava latið lív, 13 eru ikki komin aftur í aftur, og japanskir myndugleikar hava bjargað nógvum fólkum seinasta døgnið.
 
13.10.2019 - 11:22

Tropiska ódnin Hagibis rakti sunnanfyri Tokyo í gjár og flutti seg síðani norðureftir í gjár og í nátt. Ódnin elvdi til ógvusliga vatnflóð, og nógv fólk vórðu strandað á húsatekjum, har tey høvdu leitað sær undan vatnflóðini. Tað skrivar BBC.

27.000 hermannalið og onnur bjargingarlið hava bjargað fólki á landi og við tyrlu, siga japanskir myndugleikar. 

Nærum 150.000 hús í Tokyo hava mist streym og vatn. Tok og flogfør vórðu eisini avlýst, meðan stormurin leikaði harðast á.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. mai
Ein sangur um frælsi (1:5)
174575
Mikudag 8. mai
Góðan morgun Føroyar
174807
Mikudag 8. mai
Morgunlestur mikudagur 8. mai 2024
174297
Týsdag 7. mai
Góðan morgun Føroyar
174745
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537