Nón

Panum: Grundin til farsóttarfrøðina løgd í Føroyum
21-05-2021
Nýggj ævisøga um Peter Ludvig Panum lýsir, hvussu kendi læknin gjørdi kollveltandi rannsóknar undir meslingafarsóttini í Føroyum í 1846

Nógv av tí, sum vit síggja í verki undir koronafarsóttini, bleiv grundlagt, tá ið Panum gjørdi sínar rannsóknir í Føroyum undir meslingafarsóttini.

Læknin René Flamsholt Christensen hevur skrivað áhugaverda ævisøgu Peter Ludvig Panum, ið var ein av teimum, sum grundlegði epidemiologiina, farsóttarfrøðina.

Tað undraði René stórliga, at eingin hevði skrivað nakra veruliga ævisøgu um undgangongulæknan, sum leggur navn til kenda Panum-institutti, tí hann er ein avgerandi maður fyri eitt moderna gjøgnumbrot í altjóða medisini. Og tað fekk hann undir at skriva sína fyrstu bók.

Hansara ferð sum ungur lækni í Føroyum í 1946, tá ið eitt ógvusligt meslingaútbrot var her, var fullkomiliga avgerandi, sigur René Flamsholt Christensen.

Panum var fimm mánaðir í Føroyum, og hann kannaði og lýsti alt tað hann sá - bæði sjúkubreiðsluna, landið og livilíkindini. Burturúr kom "Iagttagelser, anstillede under mæslingeepidemien i året 1846", sum stóð læknablaðnum í 1847. Lýsingin vísti og førdi millum prógv fyri, at smittan verður førd víðari við ósjónligum bitlum.

Panum kom eisini í andróður fyri hesa frágreiðing, tí onkrum føroyingum dámdu ikki, at hann vísti á, at reinføri kundi verið betri hjá føroyingum.

Hoyr alla samrøðuna við René Flamsholt Christensen her.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Ælaveður er nýggj fløga eftir Paula í Sandagerði. Hoyr áhugaverda samrøðu við útlagda komponistin, sum altíð leingist aftur til Sandagerð.
01-07-2022
Pauli í Sandagerði. Anker Mortensen. Høgni Djurhuus.
24-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
24-06-2022
Høvuðsósemjan um grindadráp snýr seg grundleggjandi um samanstoyt millum ymsar tilverufatanir, sigur Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, í nýggjari bók
24-06-2022
Stuttsøgukapping fyri sjúkrarøktarfrøðingar. Grindadrápið ímyndar ymsar tilverufatanir.
22-06-2022
Sjúkrarøktaretiska ráðið skipar fyri stuttsøgukapping. Endamálið er at varpa ljós á kompleksa yrkið, sum millum annað kann hava etiskar tvístøður við sær.
22-06-2022
Armslongdarmeginreglan og ummæli av "Løsrivelsen"
19-06-2022
Hugtøkini armslongd og listarlig góðska eru kompleks, og tí er tørvur á áhaldandi at skifta orð um tey, tá tað kemur til listastuðulsskipanir, halda viðmerkjarar
19-06-2022
Ummælararnir í Nón geva norðurlendska leikin "Løsrivelsen" 3 og 4,5 stjørnur.
19-06-2022
Tann 18. juni fyllir Sir Paul McCartney 80 ár. Vit manna eitt panel við fimm McCartney-kennarum.
17-06-2022
Listastuðulsskipanirnar í norðurlondum líkjast, men munir eru. Tí er relevant at deila vitan um eitt nú armslongd og listarliga góðsku, kom fram á norðurlendskum netverksfundi
17-06-2022
Endamálið við nýggja verkinum "Fuglar í Føroyum" er millum annað at dagføra vitanina um fuglar í Føroyum, og birta áhugan fyri teimum, siga høvundarnir
17-06-2022