- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
Landsbókasavnið hevur fingið nýggjan samleika, nú stovnurin aftur er sjálvstøðugur og ikki longur partur av Søvnum Landsins.
Tá Mamma verður ør er heitið á barnabók eftir Lauru Kathrinu Apol. Marna Jabobsen, ritstjóri, og Erling Fles, sálarfrøðingur, tosa um týdningin at viðgera tabu-evni í føroyskum bókmentum.
Í klassiska horninum spæla vit kenda klassiska verkið Adagio hjá Albinoni - og so leggja vit eisini eina aðra versjón undir nálina, har Jim Morrison lesur yrking afturvið.
Hvussu kunnu vit fáa meira burtur úr havsins tilfeingi, samstundis sum hetta gerst burðardygt? Blue Fashion Challange er at síggja í Posthúskjallaranum á Torradøgunum í Klaksvík.
Og so umrøða vit Geytan, føroysku filmsvirðislønina, sum verður latin í vikuskiftinum.