Plátubarrin

MAGNUM 3: Filmurin 'Dirty Dancing' og bólkurin 'Starlight'
30-03-2022
Elin Michelsen sá filmin 'Dirty Dancing' í Palads, tá filmurin var nýggjur, og mundi ikki fingið brosið av varrunum aftur. Fimmboði Lisberg var ein tónleikari í 'Starlight'.

'Starlight' var vælumtókt orkestur í Suðuroynni, sum spældi frá seint í hálvfjerðsunum og fram í fýrsini. Seinni stovnaði partur av manningini annan fýrsárabólk, 'Asbest', sum eisini hevði aktuell løg á skránni. Hesum greiðir Fimmboði Lisberg frá, eins og hann sigur frá váðaferðum hjá 'Starlight', sum um stutta tíð fer at spæla aftur.

Elin Michelsen gjørdi útvarpssending um 'Dirty Dancing' í 2017, tá filmurin var 30 ár. Í Magnum spæla vit millum annað brot úr tí sendingini, har ein gestur greiðir frá álvarseminum, ið býr undir tí, sum sýnist at vera ein glað filmsøga.

Í hesi sendingini verða tvey løg úr 'Dirty Dancing' spæld, og fýra løg verða eisini at hoyra, sum 'Starlight' og ´Asbest' høvdu á sínum spæliskráum.

Magnum (3/4) 30. mars 2022. Sendirøðin hevur einans tilfari, sum á ein ella annan hátt kann setast í samband við ungdómslív í áttatíarini.
 

Plátubarrin

Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00. Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt. Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin. Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.
'Total Eclipse of the Heart' er berandi lagið á hesi fimtu útgávuni hjá Bonnie Tyler, sum nú hevur fjøruti ár á baki. Øll løgini verða spæld í táttinum.
08-04-2023
Tann seinasta sjeytiáraúgávan við kendastu Deep Purple manningini; Gillan, Blackmore, Lord, Paice, Glover. Kendasta lagið er 'Woman from Tokyo'.
01-04-2023
Annað albumið hjá hesum amerikanara, sum er hansara mest keypta. Hittini vóru 'Right Here Waiting', 'Satisfied', og 'Angelia'. Verkið er rættiliga rokkut og eisini synth-kent.
25-03-2023
Talan eru um mest keyptu útgávuna hjá Roxette. Kend løg eru: 'Joyride', 'Fading Like a Flower', og 'Spending My Time'. Albumið rakk til annaðplássið á UK Albums Chart.
18-03-2023
Tað fyrsta av fýra albumplettskotum, sum Billy Joel hevur havt í USA. Nógv spæld løg frá plátuni eru 'My Life', 'Honesty', 'Big Shot', og 'Rosalinda's Eyes'.
16-03-2023
Henda útgávan er ein tann mest sjónligi føroyski varðin á tóleikaleið. Nærum øll løgini hava verið spæld nógv síðan 1990, harav tvey dømi eru Ljóðmynd og Kvøld á Tinganesi.
11-03-2023
Eitt tað besta albumið hjá Tøsedrengene við løgum sum 'Vi var engang så tæt' og 'Drop dine løgne'. Sølutalið var omanfyri 100.000 seld eintøk, ið var óvanliga nógv í Danmark.
25-02-2023
Talan er um næstmest keypta upprunaalbumið hjá Electric Light Orchestra. Útgávan er synth- og discokendur popprokkur. Kend løg eru 'Don't Bring Me Down' og 'Confusion'.
18-02-2023
Talan er um næstbest umtókta albumið hjá svenska rokkbólkinum, Europe. Mest spældu løgini hava verið 'Superstitious', 'Let the Good Times Rock', og 'Open Your Heart'.
11-02-2023
Hetta er stóra útgávan hjá amerikanska Lionel Richie, sum beint tá var komin úr bólkinum, Commodores. Talan er um soul-popp balladur og rýtmisk løg sum 'All Night Long'.
04-02-2023
Hetta er hennara fyrsta útgáva, sum framvegis er hennara best umtókta. 'Twist in My Sobriety' og 'Good Tradition' eru stóru hittini á plátuni. Stílurin er 'folk-pop'.
28-01-2023
Talan er um næstmest keypta albumið hjá Def Leppard, sum nú er 40 ár. MTV sjónvarpsrásin var longu byrjað at senda Def Leppard og vaks um hetta í samband við 'Pyromania'.
21-01-2023