- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátubarrin
Ummælararnir vóru ikki allir eins hugtiknir av tí nú 50 ára gomlu Temaplátu okkara, Who Do We Think We Are, hjá Deep Purple. Hon hevur ikki 'Smoke on the Water', 'Speed King', 'Black Nigh't, 'Highway Star', ella 'Child in Time', men hon hevur hinvegin løg um Woman From Tokyo, Mary Long, og Place in Line, umframt okkurt afturat, sum heldur støðið. Í USA seldi albumið til eina gullplátu, og meira fingu teir heldur ikki fyri Deep Purple in Rock frá 1970, ella Fireball í 1971, so skulu vit ikki bara geva henni ein kjans. Her var orkestrið farið tann enn meira blues-rokkuta vegin.
Gjøgnum ár og dag hevur nógv verið skrivað um Who Do We Think We Are og mest negativt og ósatt. Til dømis hevur verið ført fram, at ongin keypti plátuna, men hvørki av hesum páhaldum eru heilt røtt, tí nógv fólk keyptu útgávuna og onkur miðil kallaði hana tað besta Deep Purple verkið av øllum, meðan aðrir journalistar snaraðu tummlinum niður.
Plátubarrin 1. apríl 2023