Plátubarrin

TEMAPLÁTAN: 'Can't Slow Down', Lionel Richie, 1983 + tvey eykaløg
04-02-2023
Hetta er stóra útgávan hjá amerikanska Lionel Richie, sum beint tá var komin úr bólkinum, Commodores. Talan er um soul-popp balladur og rýtmisk løg sum 'All Night Long'.

'Can't Slow Down' var onnur útgávan hjá Lionel Richie som solisti. Í sjeytiárunum var hann partur av Commodores, ið millum annað góvu okkum løgini, 'Three Times a Lady' og 'Easy'.


'Can't Slow Down' plátan varð givin út í 1983 og var nummar eitt á Billboard í tríggjar vikur, men lagt eigur at vera afturat, at hon var á amerikanska Top 10 í samfullar 59 vikur fylgjandi ? harav alt 1984. Og hon var á Top 200 í trý ár tilsamans.
Í 1985 vann Lionel Richie ein Grammy fyri 'Ársins útgávu', og tá komið var til 1986, vórðu 15 milliónir eintøk seld av 'Cant?t Slow Down'. Seinni er talið komið uppá 20 milliónir eintøk.


Serligt var eisini, at allar singlepláturnar úr Temaplátuni rukku upp á Top 10 á Billboard:


'Hello' og 'All Night Long' vóru á ovastu rók,' Stuck on You' varð nummar trý, 'Running With The Nigh't megnaði eitt sjeyndapláss, og Penny Lover varð nummar átta.


Plátubarrin 4.2.2023

 

Plátubarrin

Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00. Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt. Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin. Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.
Talan er um stóra heimsgjøgnumbrotið hjá týska rokkbólkinum, Scorpions. 'Still Loving You', 'Rock You Like A Hurricane', og 'Big City Nights' eru hittini á plátuni.
20-04-2024
'High Hopes' og 'Take It Back' er tvey kend løg frá hesi art-rock útgávu, hvørs reyði tráður er samskifti og trúgvin á, at gott prát kann loysa nógvar millum-manna-fløkjur.
18-04-2024
Spæld verða ellivu av best umtóktu løgunum hjá rock and roll- og poppsangaranum, Shakin' Stevens, sum framvegis er virkin. Hann hevur havt 33 singleplátur á UK Top 40.
11-04-2024
Tað tók fleiri ár at gera tilfarið til Temaplátuna, men úrslitið var eisini væleydnað. Útgávan tók sølumetið fyri eina frumútgávu og framvegis spæla vit More Than a Feelin'.
23-03-2024
Onnur útgávan hjá Deiggj. Nógv spæld løg í útvarpi hava verið 'Hví grætur tú', 'Í viðarlundini', og 'Kom lat okkum dansa'. Stílurin er nakað mjúkari enn á fyrru útgávuni.
16-03-2024
'Á, tann deiliga Havn', 'Sjeikurin', 'Hygg at mær', 'Eitt dýpi av dýrari tíð'; landaplágurnar eru nógvar á Nalja útgávuni. Í summar '24 fara tey bæði aftur á pallin at syngja.
09-03-2024
Hetta 11. albumið er ein tann best umtókta útgávan hjá Queen við løgum sum Radio Ga Ga, I Want To Be Free, It's a Hard Life, Hammer To Fall, og Is This The World We Created.
02-03-2024
Her árið fyri seinastu innspælingarnar hjá Wings, gav bólkurin okkum vælumtóktar perlur sum 'With a Little Luck', 'Deliver Your Children', 'Name and Adress', og 'London Town'.
24-02-2024
'1984' er kendasta útgávan hjá Van Halen. Hon hevur eisini bólksins størsta hitt, 'Jump', umframt kend løg sum 'Panama' og 'Hot For Teacher'. Talan er um hard- og heavyrokk.
03-02-2024
Góða lagið heldur fram, tá Herborg seinni um kvøldið aftur sessast við borðið í PB at undirhalda lurtarunum, sum bæði fáa skemtiligar søgur og hugvekjandi prát í nýggjársgávu.
01-01-2024
Herborg er í góðum hýri, her hon vitjar PB nýggjársaftan. Við støði í hennara tekstum spinna hon og verturin fram eina stuttliga og hugvekjandi løtu síðsta kvøldið á árinum.
01-01-2024
Albumið kann kallast eitt slag av verkætlan við nógvum gestatónleikarum. Plátufeløgini høvdu ivast í Santana, men við hesum prógvaði Carlos, at hann framvegis var nýhugsandi.
02-12-2023