Plátubarrin

TEMAPLÁTAN 14.1.23: 'Voulez-Vous', ABBA, 1979
15-01-2023
Útgávan verður mangan nevnd diskoplátan hjá Abba. Kend hitt eru: 'Does Your Mother Know', 'I Have a Dream', 'Chiquitita', 'Voulez-Vous', og 'If It Wasn't For The Night'.

Í veruleikanum eru øll tey tíggju løgini á úgávuni avrik, sum fólk hava tikið til sín. Flestu ummælini hava verið positiv, tó onkur skrivari heldur tað ikki vera eitt gott hugskot at hava fleiri stílir í sama verki. Disko merkir heildina, men ikki øll løgini eru disko. Hetta var tann fyrsta Abbaútgávan, har Benny Andersson og Björn Ulvaeus skrivaðu øll løgini og tekstirnar tveireinir. Eisini framleiddu teir 'Voulez-Vous' í teimum tá nýggju Polar-upptøkuhølunum í Stokhólmi.


Í sendingini viðmerkir Abba-kennarin og kringvarpsverturin, Gunnar Nolsøe, stutt 'Voulez-Vous'. Og PB-verturin lesur upp ummæli eftir Jørgen de Mylius av Abba Avatar konsert í London seint í november 2022.


Plátubarrin 14. januar 2023

 

Plátubarrin

Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00. Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt. Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin. Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.
Talan er um stóra heimsgjøgnumbrotið hjá týska rokkbólkinum, Scorpions. 'Still Loving You', 'Rock You Like A Hurricane', og 'Big City Nights' eru hittini á plátuni.
20-04-2024
'High Hopes' og 'Take It Back' er tvey kend løg frá hesi art-rock útgávu, hvørs reyði tráður er samskifti og trúgvin á, at gott prát kann loysa nógvar millum-manna-fløkjur.
18-04-2024
Spæld verða ellivu av best umtóktu løgunum hjá rock and roll- og poppsangaranum, Shakin' Stevens, sum framvegis er virkin. Hann hevur havt 33 singleplátur á UK Top 40.
11-04-2024
Tað tók fleiri ár at gera tilfarið til Temaplátuna, men úrslitið var eisini væleydnað. Útgávan tók sølumetið fyri eina frumútgávu og framvegis spæla vit More Than a Feelin'.
23-03-2024
Onnur útgávan hjá Deiggj. Nógv spæld løg í útvarpi hava verið 'Hví grætur tú', 'Í viðarlundini', og 'Kom lat okkum dansa'. Stílurin er nakað mjúkari enn á fyrru útgávuni.
16-03-2024
'Á, tann deiliga Havn', 'Sjeikurin', 'Hygg at mær', 'Eitt dýpi av dýrari tíð'; landaplágurnar eru nógvar á Nalja útgávuni. Í summar '24 fara tey bæði aftur á pallin at syngja.
09-03-2024
Hetta 11. albumið er ein tann best umtókta útgávan hjá Queen við løgum sum Radio Ga Ga, I Want To Be Free, It's a Hard Life, Hammer To Fall, og Is This The World We Created.
02-03-2024
Her árið fyri seinastu innspælingarnar hjá Wings, gav bólkurin okkum vælumtóktar perlur sum 'With a Little Luck', 'Deliver Your Children', 'Name and Adress', og 'London Town'.
24-02-2024
'1984' er kendasta útgávan hjá Van Halen. Hon hevur eisini bólksins størsta hitt, 'Jump', umframt kend løg sum 'Panama' og 'Hot For Teacher'. Talan er um hard- og heavyrokk.
03-02-2024
Góða lagið heldur fram, tá Herborg seinni um kvøldið aftur sessast við borðið í PB at undirhalda lurtarunum, sum bæði fáa skemtiligar søgur og hugvekjandi prát í nýggjársgávu.
01-01-2024
Herborg er í góðum hýri, her hon vitjar PB nýggjársaftan. Við støði í hennara tekstum spinna hon og verturin fram eina stuttliga og hugvekjandi løtu síðsta kvøldið á árinum.
01-01-2024
Albumið kann kallast eitt slag av verkætlan við nógvum gestatónleikarum. Plátufeløgini høvdu ivast í Santana, men við hesum prógvaði Carlos, at hann framvegis var nýhugsandi.
02-12-2023