- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátubarrin
Á plátuni eru fleiri fyrstafloks poppløg, men nakrar av innspælingunum tykjast at vera ífylla. 'London Town' var eitt nógv spælt album í føroyskum útvarpi.
Tilgongdin í samband við London Town Wings-albumið varð sera drúgv, tí vórðu løgini 'Mull of Kintyre' og 'Girl's School' givin út á singleplátu í 1977. Tær høvdu kanska verið á albuminum, um útgávuuætlanin hevði hildið. Men annars vórðu tríggjar a-síður givnar út frá London Town; allar í 1978. Tær vóru 'With a Little Luck' í mars mánaða, 'I've Had Enough' var til taks í juni '78, og 'London Town' lagið var í handlunum í august mánaða tað árið. Annar í Føroyum nógv spældur sangur, 'Deliver Your Children', var b-síða á mittastu singelplátuni, 'I've Had Enough'.
Talan er um mjúkrokk, ella popp við ávirkan frá rokki og fólkatónleiki. Upptøkurnar vórðu gjørdar hjá EMI í London og á einum báti í Jomfrúoyggjunum í Karibia. Paul McCartney og Denny Laine skrivaðu tilfarið. Tvey eykaløg; tey bæði á singleplátuni í 1977, eru tikin við í táttin.
Plátubarrin 24. februar 2024