Plátubarrin

TEMAPLÁTAN 30: 'The Division Bell', Pink Floyd, 1994
18-04-2024
'High Hopes' og 'Take It Back' er tvey kend løg frá hesi art-rock útgávu, hvørs reyði tráður er samskifti og trúgvin á, at gott prát kann loysa nógvar millum-manna-fløkjur.

Henda fjúrtanda Pink Floyd útgávan frá 1994 er eins og flestu aðrar útgávur hjá Pink Floyd gjøgnumførd og væl úr hondum greidd tekniskt. Bretin, Alan Jackson, var tøkningur, hann hevur mixað nógv fyri Pink Floyd, og av tí hann hevur avrikað fyri onnur, kann eg nevna lagið, I Don't Like Mondays,, ið hann hjálpti Boomtown Rats við. Divison Bell framleiðarar vóru enski gittaristurin, David Gilmour, og kanadiski Bob Ezrin, sum eisini spælir keyboard á nøkrum løgum, umframt at hava hjálpt til við lagsmíðnum, tá 'Take It Back' varð sett saman.

Upptøkurnar vórðu gjørdar í Britannia Row Studios, Abbey Road Studios, Metropolis Studios, The Creek Recording Studios, og í Astoria, ið er húsbáturin hjá David Gilmour, sum hann hevur á Thames ánni í London.The Division Bell varð givin út í Bretlandi á EMI tann 28. mars í 1994, og nakrar dagar seinni í USA á Columbia.

Ummælararnir vóru misjavnir á máli, men brúkarin varð bergtikin og keypti útgávuna inn á fyrstaplássið á báðum teimum stóru albumhittlistunum í USA og Bretlandi.


Plátubarrin 30. mars 2024
 

Plátubarrin

Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00. Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt. Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin. Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.
Mest selda albumið hjá Bryan Adams við løgum sum 'Summer of '69', 'Heaven', og 'Run To You'. Adams er eisini tann kanadiski tónleikarin, sum hevur selt flest plátur av øllum.
02-11-2024
'Knocking At Your Back Door' og 'Perfect Strangers' eru hittini á hesi come back útgávu hjá Deep Purple Mark II manningini í 1984. Júst Mark II hevði ikki verið saman í 11 ár.
27-10-2024
Sangarin í Norðkraft, Edmund Jacobsen, sigur frá nýggja lagnum, 'Marianna', og gongdini í bólkinum. Haraftrat hoyra vit sjálvt lagið, sum er lurtaravinarligur rokkur.
27-10-2024
Hetta er tað mest selda Tøsedrengene albumið, ið hevur løg sum 'Indianer', 'Så gik der tid med det', 'Bruge og bruges', og 'Slip det fri'. Reggaepoppur úr Danmark.
11-05-2024
Útgávan hevur 'What's Love Got To Do With It', ið var einasta lagið, sum Tina Turner hevði fremst á Billboard Hot 100, meðani sjálvt albumið rakk til nr. 3 á Billboard 200.
04-05-2024
Tað fyrsta og samstundis mest keypta albumið hjá hesum bólki. Eitt lag, 'Don't Dream It's Over; kann bólkast sum eitt av yvirhøvur stóru poppløgunum í 80'unum
27-04-2024
Talan er um stóra heimsgjøgnumbrotið hjá týska rokkbólkinum, Scorpions. 'Still Loving You', 'Rock You Like A Hurricane', og 'Big City Nights' eru hittini á plátuni.
20-04-2024
'High Hopes' og 'Take It Back' er tvey kend løg frá hesi art-rock útgávu, hvørs reyði tráður er samskifti og trúgvin á, at gott prát kann loysa nógvar millum-manna-fløkjur.
18-04-2024
Spæld verða ellivu av best umtóktu løgunum hjá rock and roll- og poppsangaranum, Shakin' Stevens, sum framvegis er virkin. Hann hevur havt 33 singleplátur á UK Top 40.
11-04-2024
Tað tók fleiri ár at gera tilfarið til Temaplátuna, men úrslitið var eisini væleydnað. Útgávan tók sølumetið fyri eina frumútgávu og framvegis spæla vit More Than a Feelin'.
23-03-2024
Onnur útgávan hjá Deiggj. Nógv spæld løg í útvarpi hava verið 'Hví grætur tú', 'Í viðarlundini', og 'Kom lat okkum dansa'. Stílurin er nakað mjúkari enn á fyrru útgávuni.
16-03-2024
'Á, tann deiliga Havn', 'Sjeikurin', 'Hygg at mær', 'Eitt dýpi av dýrari tíð'; landaplágurnar eru nógvar á Nalja útgávuni. Í summar '24 fara tey bæði aftur á pallin at syngja.
09-03-2024