- Tíðindi, mentan og ítróttur
Radarin
Fyri fyrstu ferð heitir Nám beinleiðis á skúlarnir um ikki at lata allar næmingar sleppa til PISA kanningina.
Hetta eru næmingar, sum fella inn undir kategoriir av fýra sløgum: SEN 1, 2, 3 og 4. Dømir um kategoriir eru um børnini bera motoriskt ella kensluligt brek, eru orð-, ella talblind ella ikki hava føroyskt sum móðurmál, og hava fingið undirvísing í føroyskum í styttri tíðarskeið enn eitt ár.
Hetta er ikki fyri at betra um úrslitið hjá Føroyum í PISA, men fyri at taka atlit til barnið, sigur stjórin á Námi, Eyðun Gaard. Hann er tó ímóti tílíkari kategorisering av børnum útfrá einum námfsfrøðiligum sjónarmiði, sigur hann.
Foreldur, sum Kringvarpið hevur tosað, við óttast at barnið verður stigmatiserað, um tað ikki sleppur við til PISA kanningina, og koma í eina tvístøðu.
Í Radaranum er orðaskifti um evnið millum Duritu Joensen, skúlastjóra á Skúlanum við Løkin, Vagn Foldbo, skúlastjóri á Skúlatrøð í Klaksvík og formannin í Føroya Lærarafelag, Herólv Jacobsen.
Túsundtals milliardir í skattaskjól um árið
Partafelagsskattur, sum vit kenna hann, fer í søguna innan 10-20 ár, tí lond kappast um at vera lágskatta lond, og á tann hátt lokka fleirtjóða fyritøkur til landið.
ES er stórsti taparin í hesi kapping, tí nøkur av stórstu skattaskjólunum í heiminum eru innanfyri Evropafelagsskapin - eitt nú Írland og Holland.
Vit eiga at skatta allarríkastu fleirtjóða fyritøkurnar øðrvísi, heldur Ludvig Petersen Wier, sum skrivar PhD um skattaskjól og hevur kannað hvussu tað ávirkar heimsbúskapin at alt fleiri seta síni ovurhondsstóru yvirskot í lágskattalong.