Radarin

Radarin: Mæla til at umskipa Ríkisfelagsskapin
07-06-2018
Í Danmark mæla alt fleiri politikarar til at umskipa ríkisfelagsskapin.

Tað er ein ríkisfelagsskapur í einari broytingartíð, sum Aksel V. Johannesen, Kim Kielsen og Lars Løkke Rasmussen fara at skifta orð um á árliga ríkisfundinum í næstu viku.

Øðrvísi tónar

Garvaði vinstrapolitikarin, 73 ára gamli Bertel Haarder, heldur, at danska Grundlógin er merkt av, at Danmark hevur ræðið á bæði Grønlandi og Føroyum.

Tí, heldur hann, eiga Danmark, Grønland og Føroyar at skriva eina felags yvirlýsing, har tað verður greitt, at trý lond hava sjálvboðin valt at loysa nakrar uppgávur saman í einum felagsskapi.

Mette Frederiksen, forkvinna í danska Javnaðarflokkinum, heldur, at sjálvstýrisvisjónirnar í Grønlandi og Føroyum kunnu hava við sær, at ríkisfelagsskapurin verður upploystur við tíðini, og toppdiplomaturin Peter Taksøe-Jensen mælir beinleiðis til, at Danmark, Grønland og Føroyar skipa seg í ein ríkjafelagsskap sum trý sjálvstøðug londum.

Tað eru serliga herdu sjálvstýriskrøvini úr Grønland, sum elva til, at danir eru farnir at tosa øðrvísi um ríkisfelagsskapin. Sjálvstýrisflokkarnir vinna valdið hvørjaferð, og tað er greitt tekin um, at sambandsrørslan í Grønland er veik.


Luttakarar: Martin Breum, rithøvundur og tíðindamaður, Bertel Haarder, fólkatingsmaður fyri Vinstra, Thomas Munk Veirum, tíðindamaður í grønlendska Kringvarpinum, Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, og Magni Arge, fólkatingsmaður fyri Tjóðveldi.

Radarin

Radarin var aktualitetssending, sum var í útvarpinum eina ferð um vikuna í 2013-2019. Í Radaranum var eitt evni granskað djúpt heldur enn at fara víða. Tað vil siga, at kavað var niður í eitt evni, ella ein ávísan vinkul í einum evni ella innan fyri eitt øki, heldur enn at royna at dekka alt evnið í einari og somu sending. Sendingin var á skrá einaferð um vikuna. 
Prát við politisku ungmannafeløg um politiskt virksemi.
01-05-2019
Í meðal fáa 130 føroyingar heilaskaða um árið. Vil illa til, verður øll tilveran vend á høvdið og familjur syndrast
03-04-2019
Tað er trupult hjá ES at missa Bretland, tí landið hevur stóran búskaparligan týdning fyri ES, sigur Elin Mortensen, sendikvinna í Brússel
28-03-2019
Radarin hesuferð er um føroysku fólkatingumboðanina
20-03-2019
Bygdaleiðir skulu verða grønari, og býarbussarnir í Tórhavnar kommunu skulu koyra við reinari orku
06-03-2019
Í nógvum bygdum standa húsini tóm meginpartin av árinum. Skulu treytir setast, tá hús verða keypt?
13-02-2019
FNU, Ringrás, Reyði Krossur og trý politisk ungmannafeløg krevja, at Løgtingið tekur veðurlagsbroytingarnar í álvara
06-02-2019
Skipanin er greiðari um øll ábyrgd fyri almennum byggiverkætlanum liggur hjá einum ráði, heldur stjórin á Løgmannskrivstovuni
30-01-2019
Politikarar og Tryggingareftirlitið fara at halda eyga við úrslitunum hjá føroysku pensjónsfeløgunum næstu tíðina.
23-01-2019