- Vit vóna, at tað verður til okkurt nógv størri!

- Vit vóna, at tað verður til okkurt nógv størri!
Tá ein er útibúgvandi og livir av mánaðarliga studninginum, kann verða ringt at finna uppá lættar og vælsmakkandi rættir hvørt kvøld, sum peningurin eisini røkkur til. Men nú er ikki at stúra longur! Teir báðir danirnir Denni Politowska og Martin Dietz Ingildsen hava funnið ráð fyri tí.
16.10.2013 - 07:45

 

Kokkalærlingarnir Denni Politowska og Martin Dietz Ingildsen fyrisita donsku Facebook-síðuna Udeboende - Mad på SU, har teir hvønn dag leggja lættar uppskriftir út, sum eru góðar fyri heilsuna og harafturat eru studningsvinarligar. Uppskriftirnar skapa teir sjálvir við íblástri frá gerandisdegi sínum.

 

- Eg sat í bili á veg til arbeiðis, tá hugskotið kom til mín, og tað var tá alt byrjaði. Eg fór beint ígongd at gera hugskotið til veruleika. Síðani tosaði eg við arbeiðsfelaga mín, Martin Dietz Ingildsen, og fortaldi honum um mína lítlu verkætlan. Honum dámdi sera væl hugskotið, og so kom hann uppí, greiðir Denni frá.

 

- Fyrsta vikan gekk eitt sindur spakuliga, vit fingu kanska 500-1000 likes á Facebook-síðu okkara. Eitt kvøldið sótu vit og prátaðu um hetta, og hvussu seint tað gekk. Tað kendist ikki, sum nakað hendi. Dagin eftir var tað, sum var bøn okkara hoyrd - uppá fáar dagar komu yvir 50.000 likes, og talið er framvegis vaksandi. Vit sótu og updateraðu síðuna eina ferð hvørt fimta sekund, og hvørja ferð, vit gjørdu hetta, vóru tíggju nýggir fylgjarar kominir afturat.

 

Í skrivandi løtu hevur síðan 72.311 fylgjarar, og talið gerst alsamt størri. Men hetta er ikki nóg mikið fyri teir báðar mathugingarnar. Teir eru nevniliga ígongd við at fáa sett upp eina rættiliga heimasíðu, sum verður at finna á www.madpaasu.dk. Síðan verður væntandi marknaðarførd 1. november. Frameftir verða uppskriftir lagdar á ta síðuna.

 

- Sjálvir eru vit ikki útibúgvandi, sum liva av studningi. Vit eru báðir kokkalærlingar og arbeiða saman so at siga hvønn dag. Tað hava vit gjørt seinastu mánaðirnir. Tað ger eisini at vit skapa eitt ávíst band okkara millum, sum eg sjálvur haldi er endað við einum ordiliga góðum vinabandi, sigur Denni við einum smíli.

 

Í frítíðini fáast teir báðir við millum annað matgerð, teir royna nýggj ting og gera royndir við nýggjum uppskriftum. Eisini dámar teimum væl at ballast og gera tað nógv, og so hava teir báðir damu.

 

- Okkum dámar væl at royna okkurt nýtt og at vera skapandi. Tað er ræðuliga feitt, at fólk tíma at fylgja okkara verkætlan, og vit vóna, at tað verður til okkurt meira og okkurt nógv størri!

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.