“When your heart stops beating, you’ll keep tweeting”

“When your heart stops beating, you’ll keep tweeting”
Tøknin og internetið hava broytt lív okkara ómetaliga nógv seinastu árini, men broytir hetta eisini deyðan hjá hjá okkum?
01.11.2013 - 14:30

Í 2012 vóru 30 milliónir profilar hjá deyðum fólkum á Facebook, og hvønn minutt doyggja tríggir Facebook-brúkarar. Eftir liggur ein lang røð av myndum, status-uppdateringum og privatum boðum, sum saman geva eina mynd av einum persóni, sum ikki longur er til. Sjálvt í Føroyum eru vit eisini byrja at síggja eitt rák, at tey avvarandi lata Facebook-brúkaran hjá tí deyða standa eftir sum eitt slag av talgildum gravsteini.

 

Facebook er tó ikki tað einasta, ið liggur eftir okkum á netinum, tá vit doyggja. Ímynda tær, um tú t.d. ert 20 ár nú, allar meylarnar, myndirnar, downloadini og annað, sum liggur eftir tær á netinum um 50 ár. Google lanseraði í apríl við hesum í huga eina tænastu til óvirknar brúkarar. Til dømis kanst tú velja at deila tína Google-konto við ein vin ella familjulim, tá tú doyrt, ella at alt verður slettað.

 

Eitt er hvussu tú doyrt á netinum, nakað annað er, hvussu tú livir víðari. Fleiri tænastir bjóða nevniliga eisini at møguleikan at liva víðari talgilt, eftir at tú ert farin herfrá. LivesOn er ein tílík. Við slagorðunum “After your heart stops beating, you’ll keep tweeting” lovar tænastan at halda fram við at dagføra Twitter-profilar hjá deyðum fólkum. Útfrá atburðinum á sosialum miðlum er tað  møguligt at spáa um, hvat næsta tweetið ella uppdateringin verður.

 

- Tað fer at verða møguligt at greina eitt heilt lív av tilfari – tweetini, myndirnar, sjónbondini og blog-innsløgini, sum vit framleiða so nógv av, segði Adam Ostrow á TED Talk í 2011.

 

- So hvørt, sum tað hendir, fer tað at gerast møguligt hjá okkara talgildu persona at halda fram við at samskifta við veruliga heimin langt aftaná, at vit eru farin.

 

Sambært Dazed Digital halda nógvir futuristar, at hægsta málið hjá tøknini eigur at vera at skapa eitt virtuelt hologramm av einum deyðum persóni  - at allir tankarnir og kenslurnar verða lagdar inn á ein virtuellan heila, sum kann gerast livandi bara við at flyta frá off til on. 32 ára gamli russiski millióningurin Dmitry Itskov ætlar sær við Global Future 2045 at gera tað møguligt at flyta persónligheita hjá einum menniskja yvir á ein framkomna ikki-lívfrøðiliga eind. Eisini bjóða fyritøkur sum LifeNaut longu at taka back-up av heilanum sum fyrireiking. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.