- Tíðindi, mentan og ítróttur
"Eg eri Malala"

9. oktober í fjør, tá ið Malala Yousafzai varð skotin í høvdið av Taliban, stuðlaðu yvir 152.000 skúlar úr øllum Pakistan henni. Hesir somu skúlar eru tó ikki eins og stuðlandi nú eftir, at Malala hevur givið hennara ævisøgu út.
- Ja, vit hava bannlýst bókina hjá Malala, tí at hon inniheldur nógv, sum er ímóti ideologiini í okkara landi og teimum islamsku virðunum, sigur Kasif Mirza, sum er leiðari yvir privatu skúlunum í Pakistan, á heimasíðuni hjá Politikken.
Í samrøðuni á Politikken sigur Mirza tó, at tey eru ikki ímóti Malala. Hann heldur bara, at hon er eitt sindur forvirrað í sínari bók og leggur afturat, at pápi Malala eisini hevur biðið forlagið tikið nøkur reglubrot burtur, ið er ov ógvuslig.
Bretski journalisturin, Christina Lamb, skrivaði søguna hjá Malala Yousafzai niður, sum lýsir marruna, tá ið 16 ára gamla gentan varð skotin í høvdið, liviumstøðurnar undir hørðu stjórnarskipanini, og tá ið hon í 2009 flýggjaði frá heimstaðnum, Mingora, í Swat-økinum, sum hevur verið illa plágað av Taliban-rørsluni seinastu árini. Sama tíðarskeiðið, sum Malala flýggjaði frá Swat-økinum varð bannað hjá gentum at ganga í skúla, Taliban sprongdi fleiri skúlar í luftina og sýndi líkini hjá teimum avrættaðu fram alment.
Les eisini ‘16 ára gomul genta ímillum tey tilnevndu til Nobel friðarheiðurslønina‘
|
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
|
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
|
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
|
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |




